Lendisakfør í Havnardali

Ein framsýning við lendisakførum er í hesum døgum í Mykinesgøtu í Havn.

Tað er fyritøkan 4A hjá Ellef Ellefsen og Hjalgrími Magnussen, sum skipar fyri hesi framsýning. Eitt av lendisakførunum á framsýningini er eletriski Polaris Ranger EV, sum kann koyra upp til 80 km upp á eina løðing.

Lendisakfar er føroyska orðið fyri ATV, sum merkir All Terrain Vehicle. Framsýningin í Mykinesgøtu 3 heldur fram til og við hósdagin 5. mai. Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin til at síggja og royna hesi akfør.