Í dag klokkan 13.00 verður árliga marathonrenningin í Havn.
Tað er rennifelagið Bragdið, sum 11. árið á rað skipar fyri Tórshavn Marathon.
Bragdið væntar nógvar luttakarar, og ivaleyst verða eisini onkrir útlendskir rennarar við, tá rennararnir byrja upp á teir gott og væl 42,2 kilometrarnar, ið skulu rennast.
Til ber tó eisini at luttaka í rennidegnum og renna styttri teinar. Skipað er nevnliga eisini fyri einum hálvum marathon, og harafturat ber eisini til at renna teinar á 5,5 og 2,2 kilometrar.