Jóannes og Egil vunnu FM í bridge

Føroyameistarakapping í bridge fyri pør var leygardagin í Bridgehúsinum í Havn.

Føroyameistarakapping í bridge fyri pør var leygardagin í Bridgehúsinum í Havn. 16 pør vóru við í kappingini, og spæld vórðu 68 spøl - frá klokkan 10 á morgni til klokkan 20 á kvøldi.

 

Føroyameistarar gjørdust Jóannes Mourtisen og Egil Sondum. Á øðrum plássi endaðu Árni M. Dam og Balle Mohr og á triðja plássi, Símun Lassaberg og Arne Mikkelsen.

 

Føroyska bridgelandsliðið fer annars hósdagin at luttaka í sterkari týskari kapping í Berlin. Hetta er liður í fyrireikingunum til EM í bridge, sum verður í Budapest í juni.