sigur, at bilførarin fekk eitt sektaruppskot á 10.450 norskar krónur. Norska krónan er lág, og tað hevur hon verið leingi, og soleiðis svara 10.450 norskar krónur í dag til 6.688 krónur í okkara peningi [...] ein bilførara, sum var á veg suðureftir á E6 og sum brúkti fartelefonina at hyggja eftir porno, meðan hann koyrdi. Hetta skrivar norska løgreglan í dag, og tað er www.tv2.no sum endurgevur. Løgreglan sigur
siðbundna upploysnin, og hon skal vísa, hvussu kvæði, sagnir, ævintýr og skjaldur støðugt verða endurnýtt, tulkað og latin í nýggjan búna. Siðbundni skaldskapurin av manna munni broytist og fær annan týdning [...] hátt, í nýggjum miðlum og í nýggjum høpi. Her er talan um samspæl millum fortíð og nútíð, og eisini um eina leitan aftur til røturnar eftir íblástri í tráanini eftir samleika og sereyðkennum í alheimsgerðini [...] skjøl, handrit, fløgu- og plátuútgávur og ymsar lutir. Og í stovuni í tilknýti til framsýningina er stórskíggi, har til ber at síggja ein hóp av videobrotum, sum hava tilknýti til og lýsa evnið á ymsan hátt
gjárkvøldið var FCM, sum er topplið í superliguni, á útivølli í Slagelse. Tað eydnaðist at vinna 1-0, og harvið skal FCM bara vinna eitt stig aftrat fyri at halda tørn um oddasessin í vetrarsteðginum. Hóast [...] Fyri viku síðani var føroyski Sonni Ragnar Nattestad í miðverjuni, tá ið FCM tapti 1-0 á útivølli í Brøndby. Ta ferðina stóð hann seg so mikið væl, at fleiri danskir miðlar vóru samdir um, at hann átti
tá ein tími var leiktur av dystinum var sera týdningarmikil. Við sigrinum hevur Odd 15 stig á 10. plássi, og frástøðan til Jerv á næstaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting til næstbestu deildina er [...] Gilli R. Sørensen byrjaði inni fyri Odd, sum í útidysti í bestu norsku fótbóltsdeildini vann 1-0 á Vålerenga. Tíverri mátti Gilli skiftast út longu tá 25 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Enn frættist
enn gott av honum og liðfeløgunum at koma á odda bæði 1-0 og 2-1, og so kortini standa eftir við ongum, tá dysturin var liðugur. Sjálvur gjørdi miðvallarin sítt við at skora til 1-0. Rókur av Fløtum Jespersen [...] av fótum av tapinum í dag. Hann og liðfelagarnir ætla uppá tilkomna hestin aftur áðrenn næsta dyst, sum verður ímóti NSÍ inni í Runavík. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi [...] gjørdi við Rók av Fløtum Jespersen aftaná dystin millum HB og KÍ.
einsamallur og spældi Gekk í kvøld, og í fyrstu atløgu var hann heppin. Tað gjørdist full pláta, og hann slapp ígjøgnum og slapp at snara gekka-hjólinum. Høvuðsvinningurin var 1,2 miljónir krónur, og hann valdi [...] eisini at royna triðja og seinasta møguleikan. Í triðja drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum gjørdist vinningurin í kvøld. - 10.000 krónur er eisini pengar, segði maðurin og takkaði fyri.
setur Sjómannadagin og Heini O. Heinesen stendur við hansara lið »Kl. 10.30 leygarmorgunin verður stórt kaffiborð á Stangabrúnni har borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, bjóðar vælkomin og landsstýrismaðurin [...] g. Kl. 17.00 byrjar FM í egning og tá FM meistarin er funnin verður kappast millum Føroyar, Ísland og Norra um HM í egning. Síðani verður steypahandan til bestu skip og bátar í Føroyum. Formaðurin í vinnunevnd [...] vinnunevnd løgtingsins, Johan Dahl, hevur fingið forfall og í staðin verður tað næstformaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen, sum kemur at siga nøkur orð og handa heiðurstekin. Síðani endar, Niclas Heri Jákupsson
upp á 10, men Liberal Alliance hevur eisini eitt gott val og fær fýra tinglimir afturat. Sosialdemokratarnir, Vinstri, Danski Fólkaflokkurin og Tey Konservativu missa ávikavist ein, tveir, tríggjar og átta [...] leggja teir føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnar afturat einari danskari exit poll-kanning er Megafon komið fram til, at tann reyði blokkurin fær 93 umboð í Fólkatingið í dag og tann bláí 86. Tann [...] Tann danski parturin av kanningini byggir á samrøður við millum 4.000 og 5.000 fólk, sum høvdu verið og valt. Tey Radikalu eru tann stóri sigursharrin. Flokkurin fær sambært kanningini 17 umboð ímóti teimum
til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 3 til 7 m/s, um náttina av norðri og útnyrðingi. Samdrigið og okkurt kava- ella vátaslettingsæl og sólglottar. Seinnapartin yvirhøvur turt og um náttina lutvíst klárt [...] landnyrðingsgrønlandi og førir hetta til eitt rák av kaldari luft og kavaælum á veg í ein norðan og landnyrðing. Týsdagin fer eitt lítið lágtrýst eystan fyri Jan Mayen í ein sunnan og fer framvið vestan fyri [...] náttina av norðri. Samdrigið og kavaæl. Hitin um 1 ella 2 stig, í nátt niður í 5 kuldastig. Í morgin Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, um kvøldið og náttina makar hann eitt skifti
múgvandi skulu rinda meiri, og harafturat skal tað almenna fremja stórar sparingar. Eftir ætlanini skal tann mest múgvandi parturin av fólkinum rinda 10 milliardir evrur meiri í skatti, og eykaskatturin hjá v [...] vinnulívinum skal eisini geva 10 milliardir evrur. Hjá teimum múgvandi merkir hækkingin millum annað, at tey skulu rinda 75 prosent í toppskatti av inntøku oman fyri eina millión evrur. Sambært forsetanum [...] verður 37 milliardir evrur. Í løtuni eru meiri enn tríggjar milliónir fólk í Fraklandi arbeiðsleys, og so mong hava tey arbeiðsleysu ikki verið, síðani Frakland fór upp í evrusamstarvið.