Toppskatturin í Fraklandi 75 prosent

Franski forsetin, Francois Hollande, almannakunngjørdi í dag eina ætlan, sum skal fáa landsins búskap aftur á beint. Men tað skal sterkur lútur til. Skatturin hjá vinnulívinum hækkar, tey múgvandi skulu rinda meiri, og harafturat skal tað almenna fremja stórar sparingar.

Eftir ætlanini skal tann mest múgvandi parturin av fólkinum rinda 10 milliardir evrur meiri í skatti, og eykaskatturin hjá vinnulívinum skal eisini geva 10 milliardir evrur. Hjá teimum múgvandi merkir hækkingin millum annað, at tey skulu rinda 75 prosent í toppskatti av inntøku oman fyri eina millión evrur. Sambært forsetanum verður toppskatturin tikin avaftur um tvey ár.

Saman við sparingum skulu eykainntøkurnar javna hallið á fíggjarlógini, sum annars verður 37 milliardir evrur.

Í løtuni eru meiri enn tríggjar milliónir fólk í Fraklandi arbeiðsleys, og so mong hava tey arbeiðsleysu ikki verið, síðani Frakland fór upp í evrusamstarvið.