Eldri skaldskapur í nýggjum hami

Framsýningin Skaldskapur av manna munni skal vísa, hvussu kvæði, sagnir, ævintýr og skjaldur støðugt verða latin í nýggjan búna.

Hósdagin, 3. september 2015 kl. 13 letur upp framsýning á Landsbókasavninum. Framsýningin hevur heitið Skaldskapur av manna munni - siðbundna upploysnin, og hon skal vísa, hvussu kvæði, sagnir, ævintýr og skjaldur støðugt verða endurnýtt, tulkað og latin í nýggjan búna.

 

Siðbundni skaldskapurin av manna munni broytist og fær annan týdning í hesi endurnýtsluni, tá ið hann verður framborin á nýggjan hátt, í nýggjum miðlum og í nýggjum høpi. Her er talan um samspæl millum fortíð og nútíð, og eisini um eina leitan aftur til røturnar eftir íblástri í tráanini eftir samleika og sereyðkennum í alheimsgerðini.

 

Á framsýningini á Landsbókasavninum ber til at síggja bøkur, skjøl, handrit, fløgu- og plátuútgávur og ymsar lutir. Og í stovuni í tilknýti til framsýningina er stórskíggi, har til ber at síggja ein hóp av videobrotum, sum hava tilknýti til og lýsa evnið á ymsan hátt.

 

Framsýningin er opin tá ið Landsbókasavnið er opið. Mánadag-hósdag kl. 10-18 og fríggjadag kl. 10-17.