Hann sat einsamallur og spældi Gekk í kvøld, og í fyrstu atløgu var hann heppin. Tað gjørdist full pláta, og hann slapp ígjøgnum og slapp at snara gekka-hjólinum.
Høvuðsvinningurin var 1,2 miljónir krónur, og hann valdi at koyra alt í bláa leypin.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við fimm, hevði givið honum 100.000 krónur. Men, tá alt er í einum leypi, er ætlanin helst at ganga plankan út.
Tað gjørdi maðurin eisini.
Í øðrum drátti steðgaði gekka-hjólið á gula leypinum, har nógvir góðir vinningar vóru í. Her vóru lutir fyri virðir upp í einar 42.000 krónur.
Men, maðurin ynskti eisini at royna triðja og seinasta møguleikan. Í triðja drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum gjørdist vinningurin í kvøld.
- 10.000 krónur er eisini pengar, segði maðurin og takkaði fyri.











