Við at leggja teir føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnar afturat einari danskari exit poll-kanning er Megafon komið fram til, at tann reyði blokkurin fær 93 umboð í Fólkatingið í dag og tann bláí 86.
Tann danski parturin av kanningini byggir á samrøður við millum 4.000 og 5.000 fólk, sum høvdu verið og valt.
Tey Radikalu eru tann stóri sigursharrin. Flokkurin fær sambært kanningini 17 umboð ímóti teimum 9, sum hann hevur nú. Hin stóri vinnarin er Eindarlistin, sum fer frá fýra tinglimum upp á 10, men Liberal Alliance hevur eisini eitt gott val og fær fýra tinglimir afturat.
Sosialdemokratarnir, Vinstri, Danski Fólkaflokkurin og Tey Konservativu missa ávikavist ein, tveir, tríggjar og átta umboð í Fólkatinginum. Dagsins stóri tapari er sostatt tann konservativi flokkurin, sum fer úr 18 niður á 10 tinglimir.