Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Føroyum fer spakuliga í ein vestan og brúgvaløg haðani koma til Føroya av suðri týsdagin. Mikudagin dýpist eitt nýtt lágtrýst vestan fyri Írland og fer í ein norðan. Brúgvaløg haðani koma hósnáttina inn yvir Føroyar av suðri. Síðani mennist eitt hátrýst yvir Skandinavia, sum skapar eitt rák av lýggjari luft av landsynningi.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Framvegis yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin um 6 stig. Í kvøld og í nátt makar hann vindin nakað. Tað verður framvegis yvirhøvur turt og klárar í. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, í støðum frost.
Í morgin
Hann makar vindin út á dagin niður í gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrst sólglottar, men sum frá líður skýggjað og regn. Um kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, um 13 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 3 og 6 stig.
Mikudagin
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum við hørðum hvirlum. Fyrst sólglottar, seinni skýggjað og um náttina regn. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 3 og 5 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum. Skýggjað og regn, seinni yvirhøvur turt og framvegið skýggjað. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 3 og 5 stig.
Fríggjadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti við hørðum hvirlum, sum um náttina makar nakað. Skýggjað og stundum regn. Hitin um 6 stig, um náttina millum 3 og 5 stig.
Leygardagin
Hann makar vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, um náttina makar hann vindin aftur. Mest turt og stunudm sólglottar. Hitin um 6 stig, um náttina millum 3 og 5 stig.