Tað er tí í hesum kjalarvørri, at vit ynskja at geva hesum ættarliðinum ein valmøguleika. - Hesin møguleikin skal vera, at tey kunnu fara úr sínum trygga heimi, sum nú er vorðið bæði ov stórt og ov trupult [...] í hesi greinini nú er vorðið kunnugt, er líkt til at stórur tørvur er á eini slíkari loysn. - Tað er í heilum at fólk ringja til okkara og spyrja seg fyri. Og hetta hendir hóast vit higartil ikki hava [...] men sum skilst eru føroyskir fíggingarstovnar sera áhugaðir í at vera við í fíggingini av byggingini. Í dag er veruleikin hann, at nógv eldri fólk búgva í egnum húsum, sum so líðandi eru vorðin alt ov stór
Serliga fegnast vit nú um, at sølan av lidnum vørum gav gott avkast. Útlitini hjá alivinnuni eru góð, bæði tá tað snýr seg um marknað og lívfrøði. Bakkafrost er í eini spennandi menningartíð har vit hava nógvar [...] var 167 milliónir krónur í mun til 188 milliónir í sama tíðarskeiði í 2013. Orsøkin til lækkingina eru lækkandi laksaprísur, umframt at tøkan av laksi eisini var nakað lægri enn í 2013. Liðugvørudeildin [...] einum undirskoti á 20 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið í 2013. Orsøkirnar til betraða úrslitið eru hægri sáttmálaprísir og lægri rávøruprísir. Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður
kortini á nøkur viðurskifti, sum hann heldur, at Løgtingið eigur at umrøða. Eitt eru útreiðslurnar til Landssjúkrahúsið, sum eru settar til at veksa 3,5 prosent um árið, og tað heldur hann er ov nógv. Og hann [...] prosent um árið. – Tað er ikki vist, at hetta er tann rætta gongdin. Hetta eru villir hestar á fíggjarlógini og tað eiga vit at viðgera, segði Jørgen Niclasen í Løgtinginum í gjár, tá ið málið var til [...] eisini at hækka úr 270 milliónum um árið, upp í 343 milliónir um árið. Sostatt eru hækkingar í báðum endum, og tað mugu vit hyggja at, heldur Jørgen Niclasen.
vera ymiskar orsøkir til, at eitt barn ikki vil svimja, eitt nú, at holdið ikki tolir klor, ella at tú hevur einhvørja húðsjúku. - Har eru mínar royndir, at í góðum samstarvi við foreldrini ber til at [...] merkir, at flestu næmingar eru vanir við svimjing, tá ið teir fara í fyrsta flokk. Onkur er, ið ikki hevur svomið so nógv, men við góðari hjálp er skjótt at koma á lagið. Vit vita eisini, at allir skúlar [...] skúlar hava ikki svimjihyl, og mínar royndir eru, at tað sæst aftur, tá ið hesi børn skulu svimja saman við børnum, ið eru von við skúlasvimjihyl. Svimjing er heldur ikki kravd lærugrein í fyrsta flokki, men
at fáa fólk við skerdum førleika út á arbeiðsmarknaðin. Sera dámligt, eru vit mong sum halda. Vit kendu okkum tí tikin á bóli, tá nú verður boðað frá, at fyritíðarpensjónistar skulu mótroknast við 25% frá [...] fyritíðarpensjónistur Eisini er neyðugt at minnast til, at fyritíðarpensjónistar eru heilt niður í 18 ár. Fleiri teirra eru har í lívinum har størst tørvur er á peningi. Børn, hús og har afturat er dýrt [...] hevur almannaøkið fingð burturúr úr ólavsøkupakkanum? Tey veikastu sum landsstýriskvinnan varðar av eru tey, sum higartil hava kent spariknívin undir abc 2 – børn og ung og pensjonistar. Ein góð semja merkir
nógv í fjøllunum. Seinasta summar var hann á øllum teimum 10 fjøllunum í Føroyum, sum eru oman fyri 800 m. Av teimum eru seks á Kunoynni. At síggja oyggjarnar frá hæddunum er nakað serligt. Túrarnir á 800 [...] 2009). "Kom klúgv hæddirnar saman við mær. Vakrast eru blómurnar har ringast er at ganga". (orð Karstin Hoydal). "Røkurnar troddar í øldir áðrenn vit náddu fram” (orð Rani Nolsøe). "Fjøllini tey reystu [...] Hoydal), Rana Nolsøe í Klaksvík og Zachariasi Zachariasen í Gøtu fyri at vit fingu loyvi at nýta sitatini til koparplátuna, sum nú stendur á Kúvingarfjalli. Annars er ein onnur pláta sett upp á Kunoyranakki
Vágum, eru leigað frá Navier, og tað er eisini Navier, sum ger avtalurnar við Ísland fyri føroysku loftferðsluna. Finnbogi Niclasen, flogvallaovasti, sigur, at øll tey seks, sum arbeiða í torninum, eru føroyingar [...] føroyingar, og tey hava fingið sína útbúgving og eftirútbúgving hjá Navier. - Vit hava eitt gott samstarv við Navier, og vit hava eisini gott samstarv við Kontrolsentralin í Reykjavík, sigur flogvallaovastin [...] Loftrúm Eftir at danska verjan tók radaran niður í Mjørkadali, eru tað føroyingar, sum halda, at lítil og eingin radardekningur er í loftrúminum yvir Føroyum. At radarin varð tikin niður, kom eftir hvat
men ein lítil býur, ið ikki smæðist burtur, tá dreymakendar framtíðarvisiónir eru á skránni. Málsligar røringar Sum vanligt eru eisni greinar um málslig viðurskifti í Varðanum hesuferð. Hjalmar P. Petersen [...] Hjalmar greiðir frá, um ávísar málbroytingar í føroyskum stava frá teirri tvímæltu málstøðuni, vit eru í, ella talan er um driv ella máleftirgerð, t.e. broyting sum ein sameining av danskari ávirkan pg [...] Danielsen. Hesar týðingar hava uppiborið at vera, sum tær eru ella vóru, og fyri at virða teir, sum vóru undangongumenn í føroyskari bíbliutýðing, áttu vit heldur at gjørt eina nýggja bíbliutýðing. 74. bind av
reserveraðu plássini til umsøkjarar úr Føroyum, Íslandi og Suðurslesvík eru horvin, eru allir umsøkjarar uttan mun til landafrøðiligan uppruna nú javnstillaðir, og tað gevur føroyskum umsøkjarum verri møguleika [...] í morgin prenta vit samrøður við báðar blaðstjórarnar. Minni enn helmingurin av teimum, sum starvast í føroyska fjølmiðlaheiminum, hava útbúgving. Við støði í hesi niðurstøðu hyggja vit nærri at broytingini [...] og geva okkum grundgevingarnar seinni í vikuni. Útbúnu journalistarnir Uni Arge og Øssur Winthereig eru samdir um, at føroysk journalistútbúgving eigur at verða sett á stovn. Leiðarin á upptøkunevndini á
Í Føroyum eru umleið helvtin av teimum 1000 eintøkunum seld, og Bókadeild Føroya lærarafelags sigur, at hon ikki verður uppafturprentað. Tí gerast hetta bøkur, ið eru verdar at savna. Tær eru sjáldsama [...] boðskap í einari av mínum søgum. Hon er um, hvussu stórt vald orð hava. Og um hvussu varin vit mugu vera, tá ið vit tosa, fyri ikki at skaða onnur.« Soleiðis sigur Madonna um sína næstu myndabók, Peabody [...] ið tað er at kenna kærleika til onnur menniskju,« sigur Madonna og vísir harvið, at hennara bøkur eru ógvuliga moralskar. Madonna hevur boðað frá, at hon gevur fimm bøkur út í røðini. Fyrsta bókin kom