Madonnu gevur næstu bókina út

Peabody og súreplini eitur onnur myndabókin til børn, sum Madonna hevur skrivað. Bókin er um, hvussu stórt vald orð hava, og hvussu tey kunnu særa onnur

»Hugskot til hesa bók fekk eg frá einari næstan 300 ára gamlari søgu, sum Kabbalahlærari mín segði mær. Eg hevði hana í huganum leingi, og tá ið eg fór at skriva barnabøkur, gjørdi eg av at brúka sama boðskap í einari av mínum søgum. Hon er um, hvussu stórt vald orð hava. Og um hvussu varin vit mugu vera, tá ið vit tosa, fyri ikki at skaða onnur.«
Soleiðis sigur Madonna um sína næstu myndabók, Peabody og súreplini, sum í hesum døgum kemur í bókhandlar kring allan knøttin. Bókin kemur út á 37 málum, eisini føroyskum, og verður til keyps í 110 londum. Anna Maria R. Jensen hevur týtt Peabody og súreplini til føroyskt.
Madonna ognar øllum lærarum kring um allan heim sína næstu barnabók. Hon sigur, at Baal Shem Tow, »Master of the Good Name«, sum skrivaði upprunaligu bókina, var eisini ein frálíkur lærari. Hann varð føddur umleið 1700 í Podolia-økinum í Ukraina, og vígdi sítt lív til at undirvísa og hjálpa.
»Hann helt tað vera til onga nyttu at vera trúgvandi bara av gomlum vana, men mælti fólki til at skilja tað andaliga. Millum tað nógva, hann lærdi onnur, legði hann stóran dent á, hvussu týdningarmikið tað er at kenna kærleika til onnur menniskju,« sigur Madonna og vísir harvið, at hennara bøkur eru ógvuliga moralskar.
Madonna hevur boðað frá, at hon gevur fimm bøkur út í røðini. Fyrsta bókin kom út 15. september í París, har m.a. Sosialurin var til staðar saman við allari heimspressuni. Síðan er hon farin sanna sigursferð um allan heimin. Hon varð útseld eftir stuttari tíð nógvastaðni og er tískil prentað uppaftur. Í Føroyum eru umleið helvtin av teimum 1000 eintøkunum seld, og Bókadeild Føroya lærarafelags sigur, at hon ikki verður uppafturprentað. Tí gerast hetta bøkur, ið eru verdar at savna.
Tær eru sjáldsama vakrar, og hvørja ferð er bókin myndprýdd við einum nýggjum listafólki. Hesaferð hevur Loren Long myndprýtt, og stílurin er ein heilt annar enn í fyrstu bókini, ið kallast Ensku rósurnar. Hann býr í Cincinnati í Ohio saman við konu sínari og tveimum synum. Hann hevur undirvíst í tekning, og verk hansara eru í nógvum útgávum, m.a. Sports Illustrated og Time magazine. Hann er íðin baseballfjeppari og spældi sjálvur í fleiri ár á einum baseballliði. Tað sæst aftur í bókini.
Skuldi nakar ivast, so hevur Madonna givið 16 tónleikaverk út og spælt við í 18 filmum. Eitt nú Evita. Peabody er 32 síður og kostar 120 krónur í bókabúðunum.

MYNDATXT
Loren Long hevur myndprýtt Peabody og súreplini eftir Madonnu