Reglan, sum fyrr gav føroyingum, íslendingum og umsøkjarum úr Suðurslesvík sersømdir at sleppa inn á danska Journalistháskúlan í Århus, hvarv tann 6. mars í ár, tá danska Undirvísingarmálaráðið saman við Danmarks Journalisthøjskole broytti endamálsorðingina.
Undan hesi broyting sluppu á hvørjum ári báðir teir bestu føroysku umsøkjararnir inn á Journalistháskúlan, um teir stóðu royndina við einum sekstali ella hægri. Eftir at tey seks reserveraðu plássini til umsøkjarar úr Føroyum, Íslandi og Suðurslesvík eru horvin, eru allir umsøkjarar uttan mun til landafrøðiligan uppruna nú javnstillaðir, og tað gevur føroyskum umsøkjarum verri møguleika at sleppa inn og kann økja um trupulleikan við vantandi útbúgving millum føroyskar journalistar.
Útvarp Føroya hevði innsløg um málið í seinastu viku, og í eina innslagnum varð greitt, at mentamálaráðharrin Jógvan á Lakjuni ikki visti um broytingina. Aðrastaðni á hesum síðum sigur hann, at danska Undirvísingarmálaráðið ikki hevur sent broytingina til hoyringar, sum vanlig mannagongd annars áleggur. Sosialurin setti seg í samband við danska Undirvísingarmálaráðið, men har søgdu tey seg ikki kennast við broytingina, men lovaðu at kanna málið og geva okkum grundgevingarnar seinni í vikuni.
Útbúnu journalistarnir Uni Arge og Øssur Winthereig eru samdir um, at føroysk journalistútbúgving eigur at verða sett á stovn. Leiðarin á upptøkunevndini á Journalistháskúlanum, Erik Farmann, grundgevur við, at føroyingar ikki skulu hava serrættindi fram um aðrar etniskar minnilutar. Blaðstjórarnir á ávikavist Sosialinum og Dimmalætting, Jan Müller og Ingi Samuelsen, harmast báðir um avgerðina, men stuðla lutvíst hugskotinum um føroyska journalistútbúgving. Í blaðnum í morgin prenta vit samrøður við báðar blaðstjórarnar.
Minni enn helmingurin av teimum, sum starvast í føroyska fjølmiðlaheiminum, hava útbúgving. Við støði í hesi niðurstøðu hyggja vit nærri at broytingini, sum avmarkar møguleikan hjá føroyingum at útbúgva seg á Danmarks Journalisthøjskole. Hvørjar eru avleiðingarnar? Hvussu fer hetta at ávirka útbúgvingarstøðið í føroyska fjølmiðlaheiminum? Merkir hetta, at ein nýggj føroysk journalistútbúgving skal setast á stovn?
Sjálvandi ber til at nema sær útbúgving aðrastaðni enn á journalistháskúlanum í Århus, og broytingin í reglugerðini er sjálvsagt ikki alfa og omega fyri møguleikan hjá føroyingum at nema sær útbúgving í journalistikki. Men hagtøl prógva, at nógv teir flestu útbúnu journalistarnir í Føroyum eru klaktir í Århus, og tí er spurningurin, hvørjar avleiðingar nýggja broytingin fær.
<B normal"$?$end$!$FAKTA< STRONG>
LØGTINGSLÓG NR. 61 FRÁ 16. MAI 2006 UM KRINGVARP
§ 6
Stk. 3. Stjórin eigur at taka atlit til journalistiskan førleika, tá ið størv verða sett á tíðindaeindunum
§ 10
Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfókunum holla málsliga ráðgeving.