Rakstrarúrslitið fyri fyrstu níggju mánaðirnar 2014 var 606 milliónir fyri skatt og 425 milliónir eftir skatt samanborið við ávikavist 461 milliónir og 451 milliónir fyri sama tíðarskeið í 2013.
Høvuðsorsøkin handan betraða rakstrarútslitið er, at framleiðslan av liðugvørum til fastar sáttmálaprísir hilnast betur í ár. Bakkafrost er einasta alifyritøkan í Føroyum, sum framleiðir lidnar vørur. Øktir skattir hinvegin draga úrsliti eftir skatt niður. Alideildin hevur framvegis gott úrslit. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist eisini sera væl, bæði tí marknaðurin hevur verið uppgangandi, og meira rávøra er landa í Fuglafirði higartil í ár enn í 2013.
– Triðji ársfjórðingur var góður, og øll virkisøkini góvu yvirskot. Serliga fegnast vit nú um, at sølan av lidnum vørum gav gott avkast. Útlitini hjá alivinnuni eru góð, bæði tá tað snýr seg um marknað og lívfrøði. Bakkafrost er í eini spennandi menningartíð har vit hava nógvar spennandi avbjóðingar fyri framman, og hava góðar vónir til at felagið eisini við útbyggingarætlanini fer at menna seg uppaftur meira framyvir, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Rakstrarúrslitið fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost var 209 milliónir í mun til 187 milliónir sama tíðarskeið í fjør. Eftir skatt var úrslitið 211 milliónir samanborið við 199 milliónir í fjør. Hetta er besta úrslit sum Bakkafrost hevur havt fyri ein ársfjóðring.
Bakkafrost seldi tilsamans 10.881 tons av laksi og setti 2,2 milliónir smolt út í triðja ársfjórðingi 2014.
Úrslitið frá primerum rakstri í triðja ársfjórðingi hjá alideildini var 167 milliónir krónur í mun til 188 milliónir í sama tíðarskeiði í 2013. Orsøkin til lækkingina eru lækkandi laksaprísur, umframt at tøkan av laksi eisini var nakað lægri enn í 2013.
Liðugvørudeildin hevði eitt yvirskot frá primerum rakstri áljóðandi 27 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi móti einum undirskoti á 20 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið í 2013. Orsøkirnar til betraða úrslitið eru hægri sáttmálaprísir og lægri rávøruprísir.
Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 55 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi 2014 í mun til 43 milliónir krónur í sama tíðarskeiði í 2013. Orsøkin til betraða úrslitið er, at innkeypið av rávøru til fóðurframleiðsluna hevur hepnast væl, tí at rávøru prísirnir eru hækkaðir eftir at rávøran var keypt inn, serliga til framleiðslu av fiskamjøli.
30. september 2014 hevði Bakkafrost samtakið eina samlaða nettoskuld áljóðandi 357 milliónir krónur í mun til 639 milliónir við ársenda 2013. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 921 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 57%.
Bakkafrost hevur um 640 fulltíðarstørv, av hesum eru um 200 í liðugvørudeildini og 75 á Havsbrún.