Eingin pakki til almannaøkið

Í ólavsøkupakkanum og løglistanum síggja vit, at ætlanin nú er, at fyritíðarpensjónistar sum arbeiða, skulu mótroknast í pensjónini frá fyrst vunnu krónu!

Hvussu ber tað til, at landsstýriskvinnan kann taka undir við hesum, sum partur av einari semju samstundis, sum hon tosar um, at tey við skerdum førleika skulu hava møguleika at koma út á arbeiðsmarknaðin. Fyritíðarpensjónin er trupul at fáa. Viðgerðin er drúgv - upp í 2 ár. Álvarsligar orsøkir skulu til, til tess at fáa hana.

 

Dámlig byrjan

Tá ABC 2 byrjaði fyri sløkum ári síðani kunngjørdi Rósa Samuelsen, at hennara stóri áhugi var, at fáa fólk við skerdum førleika út á arbeiðsmarknaðin. Sera dámligt, eru vit mong sum halda. Vit kendu okkum tí tikin á bóli, tá nú verður boðað frá, at fyritíðarpensjónistar skulu mótroknast við 25% frá fyrstu krónu, um tey hava arbeiðsinntøku.

 

Beiskan smakk

Tá landsstýriskvinnan í almannamálum verður spurd, um hon kann liva við hesum, so er svarið, at tað er ein politisk semja og semjur skulu haldast. Sjálvsagt skulu semjur haldast – men HVAT hevur almannaøkið fingð burturúr úr ólavsøkupakkanum? Tey veikastu sum landsstýriskvinnan varðar av eru tey, sum higartil hava kent spariknívin undir abc 2 – børn og ung og pensjonistar. Ein góð semja merkir eftir mínum tykki, at øll skulu fáa okkurt gott burutúr og hava ein góðan smakk í munninum. Tykist sum almannaøkið aftur og aftur hevur beiskast smakk í munninum og er við sviðusoð.

Uppaftur meiri ørkymlandi tykist semjan, tá kunngjørt verður, at talið á fólkapensionistum bara økist, meðan talið á teimum, ið arbeiða minkar. Kortini, verður steinur lagdur oman á byrðu hjá teimum, sum hava truplast við at fáa og varðveita eitt starv!

 

Okkurt má vera misskilt.

Tey, ið fáa miðal fyritíðarpensión, fáa endurgjald fyri mistan førleika, nevniliga 2/3 av arbeiðsførleikanum. Arbeiðsførleikin tey hava er við øðrum orðum umleið 33%. Hetta er at leggja stein oman á byrðu hjá fólki, ið frammanundan eru við skerdan lut. Minstamark má verða, at ein miðalfyritíðarpensiónistur kann forvinna óskert upp til hægstu fyritíðarpensión. Vælvitandi, at arbeiðið eisini snýr seg um lívsdygd, kann eg hvørki taka í álvara ella góðtaka at hesi førleikaskerdu hava so vánaligar sømdir á arbeiðsmarknaðinum.

 

Dýrt at vera fyritíðarpensjónistur

Eisini er neyðugt at minnast til, at fyritíðarpensjónistar eru heilt niður í 18 ár. Fleiri teirra eru har í lívinum har størst tørvur er á peningi. Børn, hús og har afturat er dýrt at vera sjúkur. Kann tað vera rætt, at um eitt menniskja kýtir seg og hóast sjúku ella brek arbeiðir eitt sindur so missir viðkomandi ein part av pensjónini? Eg havi áður havt ta fatan tá hetta mál er umrøtt á tingi, at øll vóru samd um at júst fyritiðarpensjónistar skuldu hava møguleikan at vinna nakrar krónur uttan mótrokning. Fari eg veruliga skeiv?