Tað vórðu brøðurnir Sjúrður og Djóni Kunoy, sum leygardagin gingu niðan á hægsta fjall á Kunoynni, Kúvingarfjall, at seta upp eina koparplátu við ymiskum sitatum, sum eru graveraði í plátuna. Teir fóru frá húsum kl. 14 og vóru aftur í Kunoy kl. 20.30.
Djóni sigur, at hugskotið til at seta plátuna á Kúvingafjall fingu hann og Sjúrður í 2007, tá teir hugdu eftir nøkrum myndum, teir høvdu tikið summarið fyri á Kunoyar harðbaldnu hæddum.
Í hesum sambandi fingu teir hugskotið um at seta eina plátu við nøkrum mergjaðum orðum á hægsta fjall á Kunoynni, "Kúvingafjall", sum hevjar seg upp á 831m.
Djóni gongur nógv í fjøllunum. Seinasta summar var hann á øllum teimum 10 fjøllunum í Føroyum, sum eru oman fyri 800 m. Av teimum eru seks á Kunoynni. At síggja oyggjarnar frá hæddunum er nakað serligt. Túrarnir á 800 m fjøllunum hava sjálvsagt skunda undir ætlanina við at seta koparplátuna upp á Kúvingarfjalli”, sigur Djóni.
Koparplátan er 30x38 cm til støddar og 4 mm tjúkk. Skriftin er graverað 1,5 mm niður í plátuna, sum er boltað føst í ein stóran stein ovast á Kúvingarfjalli.
Á plátuni stendur: "Tær heiður alvaldandi himlarnir bera, í toru finnur rødd tín veg, og jørðin og havið, tey navn títt høgt gera, hitt skapta alt ber boð um teg" (Christian F. Gellert - Victor Danielsen týddi). "Alt síðan Kúvingafjall varð til, hava klettar, gil og røkur verið tey somu - Fløtan so fríð á hásummartíð- sum tá fedrar higar komu".(orð Djóni Kunoy - skrivað á Kúvingafjalli 27. juni 2009). "Kom klúgv hæddirnar saman við mær. Vakrast eru blómurnar har ringast er at ganga". (orð Karstin Hoydal). "Røkurnar troddar í øldir áðrenn vit náddu fram” (orð Rani Nolsøe). "Fjøllini tey reystu kunnu svíkja, Heyggjar flyta seg úr stað, men Guds miskunn ei frá tær skal víkja, alt Guds orð ber prógv um tað" (Esaias 54.10) og "Sannroynist hetta øllum, ið ferðast á Kunoyar fjøllum! Hoyrir tú tigandi kallið á vindbarda Kúvingafjalli?" (orð Zacharias Zachariassen).
"Á summri 2010: Regin Kunoy, Sjúrður Kunoy, Steffan Kunoy og Djóni Kunoy”.
Djóni sigur, at hann vil gjarna takka Richardi Danielsen í Fuglafirði (soni Victor Danielsen), Gunnari Hoydal í Havn (soni Karsten Hoydal), Rana Nolsøe í Klaksvík og Zachariasi Zachariasen í Gøtu fyri at vit fingu loyvi at nýta sitatini til koparplátuna, sum nú stendur á Kúvingarfjalli.
Annars er ein onnur pláta sett upp á Kunoyranakki, norðast á Kunoynni. Tað var í 1972. Teir sum hava sítt navn graverað har eru: Jens Juel Sólbjørg, Klaksvík, Páll Klettskarð, Haraldssund, Símun Petur Rasmussen, Haraldssund, og Johan Purkhús, Klaksvík.