inkarneraður mótstandari av Nato hevði skift støðu ? tað vóru tíðindi, sum fyrst og fremst festu í í Føroyum. Ikki kundi eg heldur lata vera við at minna á, at Føroya Løgting fleiri ferðir síðan apríl 1940 [...] var í samband við júst hetta, at eg gjørdi mína viðmerking. Sjálvandi fáa politiskar avgerðir altíð fylgjur fyri eftirtíðina, tað kunnu vit ikki verða ósamdir um. Men harfrá og so til at taka pant í einari [...] fanst at eftir seinna samráðingarumfarið. Tað er ikki nakað eg meini, tí eg siti í andstøðu, men tað er nakað innast í mær sjálvum, sum sigur, at vit ikki skulu taka avgerðir fyri okkara eftirkomarar.
Frágreiðingin hjá Ráðgevandi nevndini er so nógv øðrvísi í ár enn tann, sum kom í fjør, heldur Jóannes Eidesgaard. Tað nýggja í hesi frágreiðingini er, at hon tekur Strandferðsluna, Telefonverkið og [...] arbeiðsfólk Nevnt verður at lønarvøkstur í fiskivinnuni merkir at kappingarførið minkar? Gamaní, men hinvegin haldi eg ikki, at tað ber til, at vit í Føroyum skulu avbyrgja okkum frá umheiminum. Eg dugi [...] fíggjarlógini. Danir tosa í hesum døgum ógvuliga nógv um privatisering, og tað merkir eisini frágreiðingina fyri ein part, sigur Jóannes Eidesgaard. Almennar privatiseringar Í útvarpssending týskvøldið
milliardin fer at koma í landskassan. Vit í Sambandsflokkinum halda, at henda niðurstøða samgongunnar er bæði skeiv og vandamikil. At talan í hesum føri er um experiment, ið hoyrir heima í spælihøll heldur enn [...] um, at »vit liva í einum barnagarði«. Sambært samgongupolitikarum verður so ómetaliga nógv betri her á landi, tá ið ríkisveitingin er skorin niður og peningur fer at tørva meira enn í dag. Tí so fara hesi [...] osakað av politiskum kleyvarskapi má ikki henda aftur. Vit eru sambandsfólk, av tí at vit vilja liva í Føroyum framyvir. Marjus Dam, løgtingslimur Sambandsfloksins
Landsrætturin sigur í viðmerkingum sínum, at Nólsoyar Páll er skrásettur sum vaktarskip í føroysku skipaskrásetingini. Við hesari grundgeving og øðrum, sum fyrr eru førdar fram í Føroya Rætti, verður [...] kann enn minni brúkast sum vaktar- og bjargingarskip. Síðan hendi nakað, sum ikki so ofta hendir í Føroyum. Málið fekk avleiðingar fyri teir, sum høvdu siglt skipið heim. Fyri leiðaran á Vaktar- og Bjar [...] vitni og tveir skipakønar menn. Bæði vitnini høvdu verið í Føroya Rætti, men bert annað teirra hevði nakað at leggja afturat tí, sum hann hevði sagt í Føroya Rætti. Hann segði landsrættinum, at hann ongantíð
bankamálið og uttanlandsskuldin, sum hava tørv á eini loysn eftir valið í næstum. Eitt annað stórmál, sum hevur verið tagt burtur nú í eina tíð, er marknatrætan við bretar. HETTA er eitt eins týðandi stórmál [...] avgerð her og nú undan valinum. Tá kunnu vit eisini bíða í nakrar vikur og latið nýggjar kreftir sleppa framat HETTA málið hevur staðið óloyst nú í meira enn 20 ár. Partarnir høvdu nærkast nógv hvørjum øðrum [...] samráðingarnevndini og flyta tað upp á hægsta politiska støði. Í brævi 27. januar heitir Edmund Joensen, løgmaður á danska forsætisráðharran um at fáa í lag ein fund við bretska starvsfelagan, Blair, har teir
Bjørn á Heygum er nærum samdur við Óla Jacobsen, sum í blaðnum í gjár m.a. samanbar landsins leiðslu við skip uttan skipara og hann helt, at einki grundarlag er fyri at byggja fullveldi omaná nakað, ið [...] fullveldi tá gjøgnumførast fyri einhvønn prís? Um milliardin ikki kemur inn í føroyska búskapin, uttan at sparingar verða settar í verk, so livifóturin lækkar, kanska eina helvt, eru teir so til reiðar at [...] er alt ov lítið ítøkiligt, sigur Bjørn á Heygum í viðmerking. Stýrisskipanin Bjørn á Heygum var við til at smíða stýrisskipanarlógina. Óli Jacobsen førdi í gjár fram, at hon virkaði illa og at tá kannin
Hatta sær hann í tryggingarpolisuni - at hava báðar prísirnar á internetinum ørkymlar bara fólk, heldur Jens Petur Arge. Vilja gera sum hini Forstjórin hevur rætt í, at tryggingartakarin sær í tryggingarpolisuni [...] gomlu tryggingargjøldunum. Sjálvandi skuldi hann burtur, tá nýggja skipanin kom í gildi, sigur Jens Petur Arge, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, tá Sosialurin spyr hann, hví síðan við gomlu prísunum [...] sum nú verða handlaðir, ið koma undir dýraru skrokktryggingargjøldini. Miðalaldurin á bilunum í Føroyum er um átta ár, so tað eru ikki so heilt fáir bilar, talan verður um. Jens Petur Arge sigur, at
Men íslendingar eru ikki heilt nøgdir við tað, og teir eru tí í holt við at fáa synkroniseraða talu í filmin. Málið er so at fáa filmin í íslendskt sjónvarp. Teir hava eisini umsett teir bestu sangirnar [...] Fólkini aftanfyri Trøllapætur eru beint nú í samráðingum við Elap, sum er størsta DVD-felag í Skandinavia. Hetta kann eisini vera við til at gera Trølla Pætur kendan í okkara grannalondum. - Avtalan hevur við [...] heldur, at tað eigur at bera til at útflyta tílíka vøru. - Rithøvundarnir og manuskripthøvundarnir í Føroyum eru eins góðir og alla aðrastaðni. Um karmarnir høvdu verið til staðar, so hevði eingin trupulleiki
hjá Sundiver og Lampshade vórðu avlýstar, tá flogførini ikki settu seg í Vágunum. Hetta eru treytirnar, ið fyrireikarar í Føroyum virka undir, og tað kann G! sum so ikki lastast fyri. Haraftur ímóti kunnu [...] fólk vóru sambært fyrireikarunum komin saman í Syðrugøtu hesar dagarnar, og hetta er ein sólskinssøga av teimum størru. Tað er eisini vert at bíta merki í allar atfinningarnar, ið festivalurin hevur verið [...] ongantíð kalt og veðrið var sum so fínt. Fólk hevði latið seg í til føroyska summarið, so veðrið merkti ikki festivalin á tann hátt. Tó gjørdi mjørkin í Vágunum sítt fyri at forstýra festivalupplivingina. Framførslan
sagt, at øll eru vit líka fyri Gudi, men hetta er ikki galdandi í øllum kirkjusóknunum. Tað finnast nevnliga nakrir kallkynsprestar í Føroyum, sum ikki góðtaka at kvinnur gerast prestar, og nokta at samstarva [...] samstarva við tær. Ein teirra, Bergur D. Joensen, prestur við Vesturkirkjuna, gjørdi hetta greitt í fimmaranum í Útvarpi Føroya 24/11-04 Tað var tí vælgerandi at síggja lesarabrævið frá 22 ára gomlu Tórun Hansen [...] størsti trúðboðari við mongum eginleikum. Hann var uppaldur í strangari fariseirskari lógarond og hevði eina rabbinara fortíð, har maðurin er skaptur í Guðs bílæti, meðan kvinnan bert hevur mansins endurskyn