Politikkur samgongunnar er steinur oman á byrðu hjá vinnulívsfólki okkara

Eg eri sambandsmaður av tí at eg vil liva í Føroyum framyvir!

Uppskrift samgongunnar er á pappírinum einkul og einføld. Nevniliga, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Hetta orðatak sigur, at fólk finna eina loysn at yvirliva tá neyðin rakar. Nú rokni eg ikki við, at samgongan ynskir at raka fólk her á landi so hart, at tey ikki hava ráð til klæði á kroppin. Men úrslitið av fullveldinum verður avgjørt almikil niðurskurður av livifótinum, sum vit kenna hann í dag.

Samgongan sigur, at

føroyingar duga ikki

? orsakað av

ríkisveitingini

Okkara vinnulívsfólk fáa beinleiðis og óbeinleiðis at vita frá samgonguni, at tey ikki eru dugnalig nokk. Allir føroyingar hava fingið at vita frá sjálvum løgtingsformanninum, at »vit liva í einum barnagarði«.

Sambært samgongupolitikarum verður so ómetaliga nógv betri her á landi, tá ið ríkisveitingin er skorin niður og peningur fer at tørva meira enn í dag. Tí so fara hesi sovandi vinnulívsfólk, sum í dag hvíla sítt høvur á bleyta koddanum, ið ríkisveitingin er, at vakna. Eftir at hava sovið so leingi eru tey úthvíld og fara av ovurhuga at spinna soleiðis at tann tørvandi 1 1/2 milliardin fer at koma í landskassan.

Vit í Sambandsflokkinum halda, at henda niðurstøða samgongunnar er bæði skeiv og vandamikil. At talan í hesum føri er um experiment, ið hoyrir heima í spælihøll heldur enn á Føroya Løgtingi, munnu mong vera samd við Sambands-flokkinum í. Íløguna til hetta spæl skal ikki politikarin, men vinnan og skattgjaldarin bera ? um nakar verður eftir her á landi til ta tíð.


Sambandsflokkurin

heldur at føroyingar

duga væl

Eftir sambandsfloksins hugsan eru tað ikki vinnulívsfólk ella føroyingar annars, ið eru tey her á landi, ið sova.

Eg havi tosað við mong vinnulívsfólk. Tey tykjast mær ikki at sova, men heldur er talan um, at tey longu í dag sova ov lítið orsakað av arbeiði. Sjálvt um eitt fullveldi krevur tað, verður ringt hjá mongum av hesum at arbeiða harðari fyri at gjalda fullveldisrokningina.


Ongin stór rokning

er inspiratiónskelda

hjá nøkrum

Sambandsflokkurin heldur, at tey vinnulívsfólk og fólk annars, ið royna at stríðast her á landi, hava eina stóra tøkk uppiborna. Tað er steinur oman á byrðu at siga við hesi, at teirra hugflog er skert orsakað av at tey sleppa undan at gjalda rokningina fyri sjúkrahúsverkið, skúlaverkið, almannaverkið, fólka- og avlamispensiónir, løgreglu, sjóverju við tyrlu (til fyri kortum), flogvøll, dómsvald o.a. Ein kann tvørturímóti hugsa sær, at vinnan hoknar undir byrðuni, um hon skal gjalda oman fyri nevndu rokning ? og helst meira afturat, tá ið skiftistíðin er liðug. Mær vitandi er tað ikki ein stór rokning, ið er størsta inspiratiónskeldan hjá nøkrum.


Sambandsflokkurin

ynskir, at ríkisfelags-

skapurin skal dagførast

har tað er neyðugt, at

vælferðin skal varðveit-

ast, vinnan mennast

og skatturin lækka

Sambandsflokkurin vil virka fyri at vinnulívið fær støðugt betri møguleikar at virka undir. Tað vil verða til gagn fyri alt arbeiðandi fólk her á landi.

Vit vilja framhaldandi, at persónligi skatturin skal lækka. Hetta er einasti møguleiki fyri at fáa kapital til aðrar vinnur, ið eru neyðugar at menna her á landi. Sambandsflokkurin er ímóti, at lønir skulu niður í sambandi við skattalætta. Lønirnar eiga partarnir á arbeiðsmarknaðinum at samráðast um.

Fyri 1000 árum síðani spunnu fólk sær tráð at virka til klæði. Tað var loysnin tá. Spurningurin er um tað verður loysnin, um eitt fullveldi verður sett á stovn. Flestu føroyingar fara ikki at arbeiða fleirfaldað fyri minni úrtøku enn í dag. Tá verður heldur flutt til annað land, ið kann bjóða betri liviumstøður. Av egnum royndum vita vit, at tað verður gjørt! Ella hevur samgongan gloymt tað? At fólk skulu noyðast at flyta av landi aftur osakað av politiskum kleyvarskapi má ikki henda aftur. Vit eru sambandsfólk, av tí at vit vilja liva í Føroyum framyvir.


  Marjus Dam, løgtingslimur Sambandsfloksins