Tað er ein partur av demokratinum, at vit hava loyvi til at hava hvør sína støðu.
Men tað eru tó tvey viðurskifti í samband við seinna samráðingafundin millum landsstýrið og donsku stjórnina, sum eisini grein tín við heitinum ?Eftir annað umfar?partvís snýr seg um, sum gera, at eg má koma við einari rættleiðing og einari viðmerking.
Fyri tað fyrsta hetta, at vit í dag møguliga skulu taka eina avgerð bæði á løgtingi og við eina fólkaatkvøðu um tað, sum skal henda um kanska 15 til 20 ár. Løgmaður nevndi á tíðindafundinum møguleikan fyri at útseta ígildiskomanina av fullveldinum, og tað var í samband við júst hetta, at eg gjørdi mína viðmerking.
Sjálvandi fáa politiskar avgerðir altíð fylgjur fyri eftirtíðina, tað kunnu vit ikki verða ósamdir um. Men harfrá og so til at taka pant í einari tíð, sum møguliga ikki er okkara egna, er skeivt. Politikkarar, sum taka eina avgerð, skulu sjálvir merkja konsekvensin. Hvat líkist tað, at løgtingið, sum nú situr, og fólkið, sum nú livir, skal taka eina avgerð, sum fyrst og fremst okkara eftirkomarar skula merkja.Eg haldi beinleiðis, at tað er ósømiligt at gera slíkt. Og hvat -er tað, sum ger okkum inclusivt løgmann so einastandandi, at tað eru vit, sum skulu taka hesa avgerðina. Eru okkara førleikar so avbera góðir, at eingin í eftirtíðini kann metast javnt við okkum?
Og hvat eru løgmaður og Jóannes Eidesgaard um 15 til 20 ár. Jú, um vit liva, so eru vit tveir fittir pensjonistar. Hví skulu vit ikki hava so frægt álit á okkara børnum og abbabørnum, at tey ikki duga at taka røttu avgerðirnar til ta tíð?
Tað var henda vinkulin, sum eg fanst at eftir seinna samráðingarumfarið. Tað er ikki nakað eg meini, tí eg siti í andstøðu, men tað er nakað innast í mær sjálvum, sum sigur, at vit ikki skulu taka avgerðir fyri okkara eftirkomarar. Og eg havi so ótrúliga stórt álit á okkara eftirkomarum. Tey eru sanniliga før fyri at taka avgerðir, bæði stórar og smáar.
Hitt var viðvíkjandi Nato og Friendship for Peace.
Eg má siga sum er, at eg hvakk ikki sørt við, tá eg seint á kvøldi 2. mei fekk eitt fax, sum segði, at landsstýrið umhugsaði limaskap í hesum felagsskapi undir Nato. Sum løgtingsmaður, sum floksformaðar, sum limur í løgtingsins uttanlandsnevnd og sum føroyingur vildi eg hildið, at eg átti at vitað hetta, áðrenn Nyrup, Lykketoft og Jelved vórðu kunnaði um hesar ætlanirnar hjá landsstýrinum.
Hetta var nýtt fyri meg og væl saktans fyri alt Føroya fólk. At landsstýrið hevði tikið støðu fyri Nato, visti eg ikki, og at Tjóðveldisflokkurin, sum ein nú fyrrverandi inkarneraður mótstandari av Nato hevði skift støðu ? tað vóru tíðindi, sum fyrst og fremst festu í í Føroyum.
Ikki kundi eg heldur lata vera við at minna á, at Føroya Løgting fleiri ferðir síðan apríl 1940 hevur samtykt at standa óheft av øllum verjuskipanum eisini Nato. So sanniliga vóru hetta stórtíðindir, sum eg dittaði mær at hava viðmerkingar til.
Tað kann væl vera, at tú Arnbjørn Ó Dalsgarð heldur meg vera eitt gamal grenj, tá tað snýr seg um fullveldið, men eg má minna teg á, at er ikki frægari stirðil í tykkum fullveldismonnum, at tit ikki tola atfinngarsomu røddina frá andstøðuni, so hava tit tapt áðrenn dysturin er byrjaður.
Múrurin er fallin ? andstøðan skal eisini hava orðið.
Jóannes Eidesgaard