Gamli príslistin skuldi burtur

? Tað er eingin orsøk at lýsa við prísum, sum vit ikki hava, sigur Jens Petur Arge, sum heldur, at um teir ikki strikaðu gomlu prísirnar, so hevði brúkarin verið ørkymlaður

? Tað var ein feilur, at vit ikki høvdu strikað príslistan við gomlu tryggingargjøldunum. Sjálvandi skuldi hann burtur, tá nýggja skipanin kom í gildi, sigur Jens Petur Arge, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, tá Sosialurin spyr hann, hví síðan við gomlu prísunum brádliga hvarv av heimasíðuni hjá Tryggingarfelagnum, eftir at Sosialurin hevði tosað við leiðsluna um stóra prísmunin í tryggingargjøldinum fyri gamlar bilar - og upplýst lesararnar um, at teir kundu síggja hetta á »www. trygging.fo«.


Tað var ein

góð tænasta?

Men hann sum hevur eitt sindur av skili fyri interneti og heimasíðum sær kortini, at tað ikki er heilt rætt, sum stjórin sigur. Tá talvurnar verða settar upp á tann hátt, sum gjørt var í hesum sambandi, har tú kundi klikkja teg inn á »gomul gjøld« og »nýggj gjøld«, so er tað sjálvandi ikki tí, at teir hava »gloymt« at strika gomlu gjøldini. Heldur hinvegin er tað við tíðarandanum og upplýsingini í huga - at veita kundunum ta rímiligu tænastu, at tey sjálv kunnu síggja prísir á øllum brigdum av øllum bilum líka aftur til 1980.

Tryggingarfelagið hevði eina snøgga og sera brúkaravinarliga heimasíðu, har lesarar fyri einaferð skuld uttan hóvasták kundu seta seg inn í tryggingargjøldini á bilum og samanbera nýggju gjøldini við tey gomlu.


? Hatta ørkymlar,

heldur forstjórin

? Tað er rætt sum tú sigur, at tað virkar eitt sindur ógvusligt, at vit nú brádliga strika handan listan, men tað er eingin orsøk til at lýsa við einum príslista, sum vit ikki hava, sigur Jens Petur Arge.

? Men tað eru jú nógvir bilar, sum framvegis koyra eftir gomlu skipanini, og teir bilaeigararnir kundu nú síggja, hvussu prísurin broytist alt eftir aldri og avsláttarstigi?

? Hatta sær hann í tryggingarpolisuni - at hava báðar prísirnar á internetinum ørkymlar bara fólk, heldur Jens Petur Arge.


Vilja gera sum hini

Forstjórin hevur rætt í, at tryggingartakarin sær í tryggingarpolisuni, hvussu nógv hann skal gjalda á hvørjum avsláttarstigi. Men tryggingartakarin sær ikki í polisuni, hvussu virðið á bilinum broytist eftir aldri - tað sá hann á internet-heimasíðuni, so her kunnu vit bara staðfesta, at Tryggingarfelagið við hesum hevur lækkað tænastustøðið - ella tikið aftur upplýsingar, sum tryggingartakarin hevði havt stóra gleði av at havt atgongd til.

Jens Petur Arge sigur, at tað kortini ikki eru so nógvir gamlir bilar, sum eru skrokktryggjaðir - at bara 60% av bilunum eru í skrokktrygging, og at flestu teirra eru nýggir bilar.

? Men hví lata tit so ikki bara gomlu bilarnar koyra víðari eftir gomlu skipanini, tá tað kortini eru so fáir, sum eru tryggjaðir?

? Tað er tí, at vit vildu hava eina javnari skipan við einstáttaðum prísum. Øll onnur tryggingarfeløg rundan um okkum gera tað sama, sigur Jens Petur Arge.


Kanska annar aldursfrádráttur 1. mars

Tað eru teir seks ára gomlu bilarnir, sum nú verða handlaðir, ið koma undir dýraru skrokktryggingargjøldini. Miðalaldurin á bilunum í Føroyum er um átta ár, so tað eru ikki so heilt fáir bilar, talan verður um.

Jens Petur Arge sigur, at Tryggingarfelagið 1. mars kemur við teimum síðstu broytingunum, men hann er ikki greiður um enn, um aldursfrádrátturin kemur innaftur tá.

? Men talan verður ikki um tann sama aldursfrádráttin. Tað verður møguliga við einum trini fyri fimm ára gamlar bilar og kanska við einum fyri 10 ára gamlar bilar. Enn eru vit ikki liðug við at rokna upp á hatta, sigur Jens Petur Arge.