G!óður G!Festivalur

Hóast mjørka og regn gjørdist G!Festivalurin í ár ein sólskinssøga við nógvum tónleikaupplivingum, ið verða seint gloymdar.

G!Festival
 
Fimti G!Festivalurin gjørdist ein sera jalig uppliving, fleiri av tónlistarligu upplivingunum vóru sera góðar. Her kunnu vit nevna framførslurnar hjá útlendsku bólkunum: Kaizers Orchestra, Animal Alpha, Mugison, Holmes Brothers, Beth Hart og Infernal. Tær vóru allar minniligar á hvør sín hátt. Eins og framførslurnar hjá føroysku bólkunum Budam, Páll Finnur Páll, Petur Pólson, 200, Lama Sea og  Marius, kki smæddust burtur ímillum heimsnøvnini, men harafturímóti vístu, at føroyskur tónleikur er á einum sera høgum støði.
Ikki færri enn 9.000 fólk vóru sambært fyrireikarunum komin saman í Syðrugøtu hesar dagarnar, og hetta er ein sólskinssøga av teimum størru.
Tað er eisini vert at bíta merki í allar atfinningarnar, ið festivalurin hevur verið fyri seinastu vikurnar, um manglandi høvuðsnøvn og ókendar bólkar. Nú festivalurin er farin aftur um, vóru nógv av hesum ókendu nøvnum millum bestu upplivingarnar, og hetta staðfestir enn einaferð støðuna hjá G!, sum tónlistarligt kumpass. 
Hóast veðrið ongantíð gjørdist tropiskt, og mjørki og dropar heldur enn sól og hiti merktu G!Festivalin, so var ongantíð kalt og veðrið var sum so fínt. Fólk hevði latið seg í til føroyska summarið, so veðrið merkti ikki festivalin á tann hátt. Tó gjørdi mjørkin í Vágunum sítt fyri at forstýra festivalupplivingina. Framførslan hjá Outlandish varð flutt til seint um náttina, og framførslurnar hjá Sundiver og Lampshade vórðu avlýstar, tá flogførini ikki settu seg í Vágunum. Hetta eru treytirnar, ið fyrireikarar í Føroyum virka undir, og tað kann G! sum so ikki lastast fyri. Haraftur ímóti kunnu fyrireikararnir lastast fyri óvanliga nógvu seinkingar. Pallstýringin var heilt útav lagi. Sjálvt við tveimum avlýsingum fríggjadag var skráin seinka við einum heilum tíma, áðrenn Outlandish fóru í gongd við sína útskotnu framførslu. Hetta hevði við sær, at Finvasion dansináttin varð avlýst.
Øgiliga sigandi fyri óskilið var, at indarin Murari, ið skuldi framføra sítt dansi og eldblásingarshow í eitt korter slapp at vera út við 50 minuttir á pallinum, áðrenn onkur tók eina avger um at steðga honum. Hetta meðan nógv túsund fólk stóðu og bíðaðu eftir at 200 slapp á pallin. Aftur leygardagin var skráin merkt av seinkingum. Heili tveir tímar gleið skráin, áðrenn Infernal fór á pall kl. 3 og ikki kl. 1, sum skráin segði. Aftur gekk hetta útyvir Finvasion dansináttina, ið bleiv stytt niður í eitt lítið bil. Hetta er stutt sagt ikki nóg gott! Tað er eitt fornermilsi móti bæði finsku tónleikarunum og DJunum og ímóti teimum áskoðarunum, ið hava goldið fyri upplivingina. G! hevur vanliga duga sera væl at halda skránna, og tí er tað óheppið, at festivalurin hevur fingið sær henda óskikk. Jón Tyril fyriskipari, sigur við planet.fo, at hann er greiður yvir trupulleikan og heldur, hetta vera sera óheppið. Hann sigur somuleiðis, at hann ætlar at tryggja sær, at hetta ikki endurtekur seg.
Fyrireikararnir kunnu eisini lastast fyri manglandi kunningina um, at eindagsatgongumerki fóru at vera til sølu leygardag. Í lýsing í útvarpinum kunngjørdi G!Festivalurin leygardag, at nú vóru atgongumerki til tann dagin til sølu, hetta hóast almenna kunningin einans tosaði um vikuskiftispass. Jón Tyril fyriskipari sigur, at avgerðin um at selja eindagsatgongumerki varð tikin leygardagin, tí ikki heilt útselt var, men at hetta hevði alla tíðina verið ætlanin, um festivalurin ikki var útseldur. Hann sigur, at hetta hevur festivalurin kunnað øll um, ið hava spurt um tað. Men tílík kunning átti at verið í G!blaðnum og á heimasíðuni, har kunningin beinleiðis sigur, at tað finnast tvey sløg av atgongumerkjum og bæði eru vikuskiftispass. Tað er tí skilligt, at fleiri ilskaðust inn á hetta.