Vanligur stuðul er ein av tveimum stuðulstættum hjá Tórshavnar kommunu, sum eru ætlaðir verkætlanum. Vanligur stuðul verður latin tríggjar ferð um árið, og næsta freist at søkja er mánadagin 1. september á midnátt.
300.000 kr eru tøkar at játta, og søkjast kann um upphæddir ímillum 20.000 og 100.000 kr, og upphæddin, søkt verður um, kann í mesta lagi vera 50% av samlaðu fíggjarætlanini.
Umsóknirnar verða viðgjørdar á fundi í mentamálanevndini fyrst í oktober og svar kann væntast síðst í sama mánaði.
Sí nærri kunning, les treytirnar og søk á Verkætlanarstuðul til mentan og list – Tórshavnar kommuna
Yvirskipaðu endamálini við verkætlanarstuðli Tórshavnar býráðs eru at
- Stuðla mentanarlívinum í allari kommuni og menna tað
- Tryggja teimum, ið arbeiða við list og mentan í kommununi, burðardygg arbeiðskor fíggjarliga, menniskjaliga og sosialt
- Geva øllum borgarum í Tórshavnar kommunu eitt fjøltáttað mentanartilboð
Øll, sum skipa fyri mentanarligum ella listaligum verkætlanum, og sum lúka treytirnar í leiðreglunum, kunnu søkja um stuðul.
Stuðulstættirnir til mentan og list eru hesir:
Verkætlanarstuðul – mentan og list
- Vanligur stuðul (freist 3 ferð um árið)
- Snarstuðul (leypandi freist 6 vikur áðrenn verkætlanin ferð í gongd)
Stuðul til størri listaligar verkætlanir (freist 1. apríl)
Rakstrarstuðul – mentant og list (freist 1. august)
---
GG! Stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi er ikki fevnt av hesum omanfyri. Les um stuðulsmøguleikar til tey endamállini her: Stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi – Tórshavnar kommuna
Myndin er frá Nordic Saxophone Festival 2025.