Tað vísa nýggj tøl frá Danmarks Statistik.
Elbilar vóru serliga vælumtóktir millum privatbilkeyparar. Her koyrdu næstan níggju av tíggju nýggjum bilum við streymi, vísa tølini.
Á vinnuliga økinum vóru elbilar 35,7 prosent av nýskrásettu bilunum í juli.
Stórur partur - 41 prosent - av nýskrásettu elbilum vóru innfluttir brúktir. Hetta svarar til ein lítlan vøkstur í mun til juni.
Bæði bensin-, diesel- og hybridbilarnir eru minkaðir við ávikavist 22,8, 3,9 og 0,7 prosentum eftir einum ári.
Sambært Danmarks Statistik eru nú 452.000 elbilar í Danmark. Tað svarar til 15,6 prosent av øllum persónbilum.
/Ritzau/