n fer at lata upp, so er enn ikki avjgørt, hvussu nógv fólk skuldu gjalda fyri at sleppa undir Leirvíksfjørð. Hetta kom m.a. fram í tjakinum í útvarpinum í gjár, tá tosað varð um, hvørjar avleiðingar hesin [...] almenninginum, sigur Bergur í Garði. Spurdur um, kostnaðurin verður á leið tann sami sum tann sum er galdandi í Vágatunlinum, svarar hann noktandi. - Her er talan um tveir ymiskar tunlar, og tí verður prísurin [...] kosta og hvat skal til fyri at hann kann forrenta seg. Hetta kann taka sína tíð, tí teir vilja og ynskja, at prísurin skal vera í lagi. - Tá alt hetta er greitt kunnu vit almannakunngera, hvør kostnaðurin
dylir ikki fyri, at hetta var nakað, sum tey høvdu tosað nógv um. Ikki minst um tað skuldi víst seg, at útlit vóru fyri, at hon skuldi ganga út um ásettu tíðina. - Ja, tað tosaðu vit nógv um. Bæði okkara millum [...] mikumorgunin heldur enn mánamorgunin. Eftir at hava verið ígjøgnum hetta at blíva pápi, er tað í øllum førum ikki nakað, sum vildi verið fyriuttan. Tað tók sína tíð, og tað var strævið, men hetta er so tað størsta [...] dystin. Hetta eru jú tvær sera stórar uppgávur hjá landsliðnum, sum eg ikki vildi vera fyriuttan, sigur hann. - Men tá tað er sagt, so má eg nokk viðganga, at hetta helst hevði verið broytt, um nú verkirnir
meira opin fyri tí enn í fjør, sigur Angajo Eidesgaard. - Tey flestu, sum vit møta eru blíð og opin. Men nógv halda eisini, at koppsetingin er nakað fjas, tí tey hava hoyrt hetta og hatta um koppsetingina, [...] gentur og mammur teirra og royna at upplýsa um vandan við lívmóðurhálskrabba, sigur Daisy Saxov. - Við eini koppseting er tað vísindaliga prógvað, at tú minkar um sannlíkindini fyri at fáa lívmóðurhálskrabba [...] sigur Durita Djurhuus Poulsen, - men krabbi er ikki nakað fjas, og koppsetingin kann veruliga bjarga lívinum á nógvum gentum. Fleiri eru longu koppsett, og vurdera genturnar, at yvir helvtin av Føroya
donsku miðlunum. Men skøkjulevnaður er eitt tabu, og tað er ringt at tosa um, og tað ger tað ikki betri, at tað eru so nógvar mytur um skøkjurnar. - Fólk halda, at hetta eru kvinnur, ið sjálvar hava valt [...] - Eg fari at tosa um mytuna, sum er um tær kvinnur, ið liva sum skøkjur, og upplýsa fólk um hesar kvinnur, so teirra fordómar kunnu broytast. Eg vil eisini greiða frá, hvat tær møta, tá tær koma útaftur [...] Tey vita ikki, at hetta ikki er eitt starv, ein velur á jøvnum føti, sum ein hevði valt at blivið pedagogur ella journalistur. Fólk halda, at um ein ikki hevur rúsevnistrupulleikar, so er tað eitt starv,
sum hevur lagt hetta uppskotið fram um at sundurskilja útvarp og sjónvarp í Kringvarpinum. Hann vísir á, at tá ið útvarp og sjónvarp varð lagt saman, vóru greiðar orðingar um, hvussu hetta skuldi virkað [...] ásett, at tað er stjórin, ið ger stovnsbygnaðin. Einasta avmarking er, at álagt verður stjóranum at tryggja, at stovnurin hevur tvær tíðindaeindir. Orsøkin til ásetingina um tvær tíðindaeindir er kappingarfyrilit [...] við uppskotinum, sum Løgtingið skal atkvøða um í dag, er at fara aftur til ta upprunaligu ætlanina. - Tað er spell, at tað bert bleiv ein tíðindadeild, og tað er týðiligt, at verandi tíðindaredaktiónir ikki
hann hevði ein spírandi illgruna um. Og tað, hann fann útav, gjørdi hann rasandi. Nú er hann sannførdur um, at kríggið í Afghanistan ikki snýr seg um at hjálpa, men um pengar og vald. - Vit hjálpa ongum [...] sannleikin. Men alt bendir á, at tað er nakað um tað, eg sigi. Tað er skjótt at staðfesta, at eisini í Danmark forvinna fyritøkur milliardir uppá kríggini í miðeystri. Og tað er sjálvandi ein góð orsøk til at [...] vegbumba tríggjar metrar frammanfyri meg, og trykkið er so stórt, at eg verði slongdur gjøgnum luftina. Fyrsti tankin er, at nú havi eg mist bæði beinini. Tað er støv og roykur, og eg síggi einki, tá eg lendi
Fiskiskapurin er á góðari leið, men prísurin á rækjum lágur, og oljuprísurin er himmalhøgur. Hetta er sannleikin, sum tey flestu av okkara rækjuskipum mugu liva við í løtuni. Hetta er tó ikki ein støða [...] føroyska flotanum, um tey eisini komu undir FAS-skipanina. Tað ber bara ikki til, tí úrtøkan er ikki nóg høg til tess nú. FAS-skipanin hevði hinvegin verið við til at gjørt hetta møguligt. - Tað er ein sannroynd [...] sannroynd, at seinastu tíggju árini er ein rækjubátur farin av knóranum um árið. Um FAS-skipanin hevði verið galdandi, hevði hon kunnað bjarga einum parti av teimum, tí kappingarføri betrast, sigur Bjarni Petersen
talan er um eina donsku lóggávu, ið innlendismálaráðið noyðist at halda seg til. - Sjálvsagt er tað ógvuliga óheppið, at hesi fólk koma í klemmu í skipanini, men vit fáa ikki gjørt so nógv. Hetta eru k [...] Vestergaard. Landsstýrismaðurin dylur tó ikki fyri, at tað er als ikki nøktandi, at ein slík umsókn skal liggja til viðgerðar í meira enn eitt ár, tí tað er alt ov long tíð hjá fólki at bíða eftir einum svari [...] hevur verið nógv fundarvirksemi í Tinganesi í morgun, og í Innlendismálaráðnum hevur verið fundast um málið um serbisku Sladiana Petrovic, sum mánakvøldið fekk at vita, at hon ikki sleppur at verða verandi
Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi í dag. Men fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista, og umsóknarblað til hetta er at finna a heimasíðuni himr.fo - Lesandi uttanlands verða eftir áheitan [...] fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólka [...] hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin, skrivar ráðið. Víðari verður sagt, at veljarar, ið hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, kunnu ikki koma
at hava hetta tilmælið, sigur Høgni Hoydal, er at nú hevur mann nakað ítøkiligt at ganga út frá. - Nú kunnu vit spyrja ymsu flokkarnar, um teir takað undir við teim ymsu tilmælunum, ið nevndin er komin við [...] sigur Høgni Hoydal. Um møguleikan at koma til eina felags niðurstøðu, sigur Høgni Hoydal, at mann veit hvar flokkarnir eru ósamdir og tað kann mann kjakast um, men hann er vónríkur um eitt breitt tilmæli [...] krøv til virði, sum skulu koma til landið. Hesi tingini eru vit sera ósamd um enn, men nú hava vit eitt ítøkiligt uppskot um hvussu vit kunnu loysa tað, og tað skulu vit so taka støðu til nú, sigur Høgni