- Koyr á Babba

Eftir bert gott samdøgur sum nýklæktur pápi noyðist Jákup á Borg mikumorgunin til Íslands við fótbóltslandsliðnum. Men hóast tungu frástøðuna, so er hann til reiðar bjóða íslendingum av, og hann er ikki í iva um, hvussu møguligar skoringar skulu feirast

Landsdystur

Spenningurin er sjálvsagt ovurstórur, nú fótbóltslandsliðið tvær reisur innan eina viku skal í altjóða eldin. Enntá móti grannunum fyri norðan, Íslandi, og so ikki at gloyma Týsklandi, sum vitjar á Tórsvølli um eina viku.
Ein av leikarunum í landsliðsferðalagnum er sum vant Jákup á Borg, sum seinastu tvey árini hevur verið fastur millum teir fyrstu ellivu, og sum serliga í inniverandi undankapping hevur markerað seg sum fastur uppleggjari til málini.
Eins og liðfelagarnir, so gleðir hann seg sjálvsagt til dystirnar, men tað eisini annað og meira enn hetta, sum hevur upptikið tankar hansara hesar seinastu dagarnar.
Tann parturin av spenninginum varð tó partvíst útloystur týsnáttina, tá Jákup gjørdist pápi fyri fyrstu ferð, tá ein lítil drongur fyri fyrstu ferð sá dagsins ljós.

Hevði farið
Terminin hjá Susi var sett til 3. juni, so í so máta gekk alt akkurát soleiðis, sum spátt varð, men Jákup dylir ikki fyri, at hetta var nakað, sum tey høvdu tosað nógv um. Ikki minst um tað skuldi víst seg, at útlit vóru fyri, at hon skuldi ganga út um ásettu tíðina.
- Ja, tað tosaðu vit nógv um. Bæði okkara millum og við ljósmóður Eftir álmanakkanum høvdu vit jú ikki serliga nógva tíð at geva av. Men vit høvdu gjørt av, at eg skuldi fara til dystin. Hetta eru jú tvær sera stórar uppgávur hjá landsliðnum, sum eg ikki vildi vera fyriuttan, sigur hann.
- Men tá tað er sagt, so má eg nokk viðganga, at hetta helst hevði verið broytt, um nú verkirnir byrjaðu mikumorgunin heldur enn mánamorgunin. Eftir at hava verið ígjøgnum hetta at blíva pápi, er tað í øllum førum ikki nakað, sum vildi verið fyriuttan. Tað tók sína tíð, og tað var strævið, men hetta er so tað størsta, sum eg nakran tíð havi upplivað, og einki mál, sum eg havi ella komi at skjóta, kann samanberast við hetta.
- Og eitt er víst. Høvdu vit á vøllinum kunna sýnt nakað av tí styrki, sum konufólk hava, tá tey skulu eiga, so ivist eg ikki í, at úrslitini høvdu verið enn betri, sigur Jákup.

Vita, hvat vit skulu gera
Tað slepst sjálvandi ikki undan, at ein slík stórhending í lívinum er nakað, sum ávirkar sálarliga, men sjálvur heldur Jákup ikki, at hetta er nakað, sum fer at nerva hann til dystirnar.
- Í løtuni er tað sjálvandi ikki landsdysturin í Íslandi, sum fyllir serliga nógv í høvdinum hjá mær, og fráferðin var eisini nakað av tí fyrsta, sum eg hugsaði um, tá eg í nátt sat við lítla. Tað virkar ræðuliga tómt, at eg soleiðis skal fara avstað alt fyri eitt, men talan er ikki um so langa fráveru, og vit eru jú í Føroyum aftur sunnudagin, tá tey bæði sleppa heim. So má eg bara vóna, at Henrik gevur mær frí í nakrar tímar, so eg kann vera eitt lítið sindur saman við familjuni tann dagin.
Og hóast hann ikki er alt ov fegin um hetta, at skula avstað alt fyri eitt, so heldur Jákup, at hetta í øllum førum hevur givið landsliðnum ein trupulleika minni.
- Nú vita vit í øllum førum, hvussu jubel-scenurnar skulu vera ,ta´vit hava skorað, sigur hann flennandi.