- Kunnu nú søkja um at sleppa at velja

Lesandi uttanlands kunnu nú søkja um at sleppa at velja til løgtingsval

- Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans. 

 

Tað skrivar Heilsu- og Innlendismálaráðið í tíðindaskrivi í dag. Men fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista, og umsóknarblað til hetta er at finna a heimasíðuni himr.fo 

 

- Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin, skrivar ráðið. 

 

Víðari verður sagt, at veljarar, ið hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, kunnu ikki koma á vallista.