Klaksvík: Hóast fáir mánaðir eru eftir, til Norðoyatunnilin fer at lata upp, so er enn ikki avjgørt, hvussu nógv fólk skuldu gjalda fyri at sleppa undir Leirvíksfjørð.
Hetta kom m.a. fram í tjakinum í útvarpinum í gjár, tá tosað varð um, hvørjar avleiðingar hesin tunnilin fór at fáa fyri Norðoyggjar.
Her varð m.a. spurt eftir kostnaðinum fyri at nýta tunnilin, men eingin kundi geva fullgott svar uppá tað.
Men formaðurin í Norðoyatunlinum kann tó siga so mikið fyri Sosialinum, at arbeitt verður við hesum spurninginum í løtuni.
- Eg kann tó einki siga um kostnaðin beint nú. Men hann fer neyvan at sjokkera nakran, tá hann kemur, sigur Bergur í Garði.
Í góðari tíð
Arbeiðið uppá Norðoyatunnilin gongur alsamt framá, og nú er ikki long tíð eftir, til fólk á fyrsta sinni sleppa at koyra undir Leirvíksfjørð.
Nevndin í Norðoyatunlinum hevur ábyrgd av hesi verkætlanini, og eisini teirri fíggjarligu síðuni.
Nevndarformaðurin upplýsir, at teir hava arbeitt við teirri praktisku síðuni teir seinastu mánaðirnar.
Í hesum arbeiði er m.a. spurningurin um, hvat slag av gjaldsskipan, ið ein skal brúka her.
Teir kanna eisini, hvørjar fíggjarligar fyritreytir eru við hesum tunlinum, hvat hann kemur at kosta og hvat skal til fyri at hann kann forrenta seg.
Hetta kann taka sína tíð, tí teir vilja og ynskja, at prísurin skal vera í lagi.
- Tá alt hetta er greitt kunnu vit almannakunngera, hvør kostnaðurin verður.
- Vit vita, at fólk bíða spent eftir hesum. Men vit skulu nokk boða frá hesum í góðari tíð frammanundan at tunnilin verður latin upp fyri almenninginum, sigur Bergur í Garði.
Spurdur um, kostnaðurin verður á leið tann sami sum tann sum er galdandi í Vágatunlinum, svarar hann noktandi.
- Her er talan um tveir ymiskar tunlar, og tí verður prísurin ikki eins, sigur nevndarformaðurin, uttan tó at siga nakað um, hvørt prísurin verður lægri ella hægri enn tann hjá vágafólki.