Tað hevur verið nógv fundarvirksemi í Tinganesi í morgun, og í Innlendismálaráðnum hevur verið fundast um málið um serbisku Sladiana Petrovic, sum mánakvøldið fekk at vita, at hon ikki sleppur at verða verandi í landinum.
Útlendingarnir fáa vegleiðing
Jacob Vestergaard hevur í sínum yrki sum løgreglumaður havt nokk so fitt við útlendingamál at gera, og tí hevur hann rættuliga gott innlit í slík mál.
- Eg veit eisini so mikið, at útlendingar, sum koma hagar og søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, fáa vegleiðing frá løgregluni um, hvussu tey skulu fyrihalda seg, tá ið tað kemur til at longja hesi loyvi. Tí hava tey eisini fingið at vita, at tað ikki ber til at skifta arbeiðspláss, fyrr enn nýtt arbeiðsloyvi er givið, greiðir Jacob Vestergaard frá.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at ein arbeiðsgevari, ið setur ein útlending í starv, eisini eigur at tryggja sær, at viðkomandi hevur arbeiðsloyvi. Hetta kann gerast við at hyggja í passi hjá viðkomandi, har arbeiðsloyvið er stemplað í. Av tí at nýtt arbeiðsloyvi skal gevast í sambandi við skifti av arbeiðsgevara, átti Fiskavirking í Miðvági eisini at hava tryggjað sær, at hesi viðurskifti vóru í lagi, tá ið Sladiana Petrovic varð sett í starv, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin dylur tó ikki fyri, at tað er als ikki nøktandi, at ein slík umsókn skal liggja til viðgerðar í meira enn eitt ár, tí tað er alt ov long tíð hjá fólki at bíða eftir einum svari.
Ógvuliga harmiligt
Persóniga heldur Jacob Vestergaard tað verða sera harmiligt, at slík ítróttarfólk, sum eru integreraði í samfelagið, verða send av landinum, men hann fær sum so ikki gjørt nakað við tað, tí talan er um eina donsku lóggávu, ið innlendismálaráðið noyðist at halda seg til.
- Sjálvsagt er tað ógvuliga óheppið, at hesi fólk koma í klemmu í skipanini, men vit fáa ikki gjørt so nógv. Hetta eru kensluborin mál, og tað ber ikki til, at tað verður sovorðið rok í sambandi við hvørt einstakt mál. Tí er tað neyðugt, at vit fáa gjørt eina varandi loysn á utlendingaøkinum, tí tað ber ikki til at halda fram á sama hátt, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sum sigur seg vóna, at politiska skipanin ger okkurt við málið sum skjótast.










