- Eg fari at tosa um mytuna, sum er um tær kvinnur, ið liva sum skøkjur, og upplýsa fólk um hesar kvinnur, so teirra fordómar kunnu broytast. Eg vil eisini greiða frá, hvat tær møta, tá tær koma útaftur úr skøkjuumhvørvinum.
Odile Poulsen hevur tosað við nógvar politikarar í danska Fólkatinginum um at kriminalisera kundarnar hjá skøkjunum, hon fer í fyrilestrinum at tosa um politiska holdningin til skøkjulevnaðin í Danmark. Hon sigur, at nakrir einstakir politikarar hava givið henni rætt og vilja gjarna gera eina lógarbroyting, so skøkjulevanður skal gerast ólógligur. Flestu av politikarunum, ið vilja gera lógarbroytingina, eru kvinnur, men tað er ikki undirtøka fyri uppskotinum í politisku flokkunum, og tí verður einki gjørt við tað.
Hóast evnið ikki hevur verið uppi sum lógaruppskot í Fólkatinginum, so vita fólk í Danmark nógv um evnið, sum eisini hevur verið nógv umrøtt í donsku miðlunum. Men skøkjulevnaður er eitt tabu, og tað er ringt at tosa um, og tað ger tað ikki betri, at tað eru so nógvar mytur um skøkjurnar.
- Fólk halda, at hetta eru kvinnur, ið sjálvar hava valt at gerast skøkjur. Tey vita ikki, at hetta ikki er eitt starv, ein velur á jøvnum føti, sum ein hevði valt at blivið pedagogur ella journalistur. Fólk halda, at um ein ikki hevur rúsevnistrupulleikar, so er tað eitt starv, ein sjálvur velur. Hetta er ikki satt. Umleið 90 prosent av teimum kvinnum, sum eru skøkjur, hava verið kynsliga misnýttar, tá tær vóru børn.
Hetta heldur Odile vera, tí tá ein genta er blivin misbrúkt sum barn ella tannáringur, missur hon alla sína sjálvvirðing. Um gentan ikki fær professionella hjálp, er stórur møguleiki fyri, at hon, tá hon verður vaksin, heldur fram at halda, at hon ikki er nakað verd. Tær hava lært at tæna kynsliga, og tá tær verða vaksnar kvinnur, halda nógvar, at hetta er einasti máti at verða saman við mannfólki.
- Tað eru tvær grundir til, at eg haldi, at kundarnir hjá skøkjunum skulu kriminaliserast, sigur Odile Poulsen.
- Fyri tað fyrsta, so haldi eg ikki, at vit kunnu siga, at vit hava javnstøðu, tá annað kynið kann seljast til hitt. Fyri tað næsta, so eru avleiðingarnar ræðuligar fyri tær kvinnur, ið eru skøkjur, og tær hava stóran tørv á hjálp.
Alvleiðingarnar eru millum annað, at 70 prosent av teimum fáa post-traumatiskt stresssyndrom. Nógvar skøkjur doyggja uttan at sleppa burturúr tí aftur. Antin verða tær dripnar ella forgera tær sær. Harafturat verða nógvar bundnar av rúsevnum og rúsdrekka, og nógvar blíva sálarliga sjúkar.
Egnar royndir
- Eg fari at greiða frá skøkjulevnaði út frá míni egnu søgu.
Eg gekk ongantíð á gøtuni og brúkti ikki rúsevni, so fólk hildu, at eg var ein luksusskøkja. Tey hildu, at eg var frígjørd, at mær dámdi at vera saman við nógvum ymiskum monnum, og at eg tjenti nógvar pengar uppá tað.
Men eg vil greiða frá, at tað er ikki so nógv gull og Gucci yvir tí, sum fólk halda.
Eg var kynsliga misnýtt sum barn, og tá eg var 29, kom eg inn í skøkjulevnað. Líka sum allar aðrar kvinnur, ið gerast skøkjur, hugsaði eg, at hetta bara var nakað, eg skuldi gera eina heilt stutta tíð.
- Í mun til nógvar aðrar, var eg so heppin, at tað eydnaðist mær at koma úr aftur skøkjulevnaðinum. Eg hevði alla tíð eitt annað starv, samstundis sum eg var skøkja. Eftir at eg hevði verið skøkja í tvey ár, fekk eg boðið eitt leiðandi starv í tí fyritøkuni, har eg arbeiddi. Eg tók av, og tað var hetta, ið hjálpti mær at koma burtur úr skøkjulevnaðinum. Eg hevði eisini alla tíð syrgt fyri, at eg ikki skyldaði nøkrum alfonsi pengar, so at eg skuldi hava ein møguleika at koma burturúr tí aftur.
- Síðstu tíðina eg var skøkja, hevði eg tað ringt bæði likamliga og sálarliga. Eg byrjaði at gerast sera ágangandi ímóti monnum, og eg var bangin fyri at eg fór at nýta harðskap ímóti onkrum av mínum kundum. Tað stóð so illa til, at eg fekk hjálp frá einum sálarlækna, greiðir Odile Poulsen frá.
Vanligar kvinnur
Odile heldur, at tær kvinnur, ið gerast skøkjur, eru heilt vanligar kvinnur, sum allar aðrar:
- Tær hugsa, at tær bert skulu gera hetta eina stutta tíð, men tað eru nógvar, ið aldrin koma burturúr tí aftur. Eingin av teimum hevur hugsað, at tær fegin vilja gerast skøkjur.
- Tær hava kenslur og dreymar sum allar aðrar kvinnur. Nógvar av teimum hava ikki nakra útbúgving, hava kanska eina stóra skuld og hjá summum er tað maðurin ella sjeikurin, ið vil hava tær at vera skøkjur fyri at vinna pengar. Aðrar gera tað fyri at forsyrgja børnunum og hava somu ynskir sum aðrar kvinnur, um at børnini skulu hava tað gott, og tær royna bara at gera sítt besta fyri at náa málið.
Odile sigur, at skøkjulevnaður er kynsligur harðskapur:
- Tað er líka sum neyðtøka. Munurin er, at í skøkjulevnaði eru pengar innblandaðir, men tey mein, ið kvinnurnar fáa, og tær fylgjurnar, tað gevur, eru tey somu, sum hjá kvinnum, ið eru neyðtiknar, sigur Odile at enda.