meturin um málstrikuna. - Eg eri errin og serstakliga fegin um, at vit fingu sigursmálið. Fjeppararnir hava gjørt vart við sína misnøgd. Tá liðið spælir illa er rímiligt, at venjarin er í andglettinum. Eg [...] bjargingarmaðurin Tá stóra stadionurið á Anfield hevði rundað teir 90 minuttirnar seinnapartin leygardagin, varð aftur líkt til, at reyðlittu áskoðararnir úr Liverpool fóru hugtugnir til hús. Undirtøkan kring [...] eri harmur um, at áskoðararnir eru tungir í huga. Úrslitini hava ikki verið nøktandi, men fjeppararnir eru trúfastir og stuðla okkum. Tað eru vit ómetaliga glaðir fyri, sigur Roy Hodgson, sambært heimasíðuni
Vit ferðaðust víða í landi okkara, umstøðurnar vóru ikki tær, sum vit hava í dag. Tann størsta hendingin var skótalegan vesturi í Vágum í 1945, tað var eitt minni fyri lívið. Sum sagt vit ferðaðust um [...] stroyddu vegin her við gulli, eg altíð velja vil mær Tvøroyri. Vit vóru skótar saman, vit møttust aftur á dekkinum á trolaranum »Røðli« úr Hafnafirði. Tá fór tú til Íslands fyri har at finna tær pening til ta [...] kunning um land okkara. Barnaárini runnu skjótt og nógvar hend-ingar vóru á leiðini, størri og smærri. Vit vóru nógvir við á skótaferðini og í F.L.Ø.T.T. Fleiri eru farnir um sýni og aðrir eru komnir til »Støvets
kinum. Her er ikki meira at viðgera, serliga eftir hvat vit hava upplivað tað síðstu tíðina. ?Gensidig respekt? eru einans orð, tí tað hava vit ongantíð sæð. Hvør eigur Føroyar? So er tað øll hendan skrivingin [...] Hetta er skjótt avgjørt. Hvør eigur Føroyar? Tað gera danir. Vit eru bert ein danskur landslutur. Hvussu kunnu vit so eiga nakra undirgrund, tá vit ikki eiga landið. Spurt hevur verið hvør eigur oljuna í [...] so kroystir og illa viðfarnir, sum vit hava verið síðstu árini, meðan vit hava verið í ríkisfelagsskapi sum ófrælsir og uttan sjálvsavgerðarætt. Gensidig re-spekt, hvat bleiv hon av? Hvat meinar hann við
Sostatt eiga vit ikki at siga við onnur, at tey hava ein bjálka í eyganum, men vit skulu sjálvi kanna eftir, hvussu er statt hjá okkum sjálvum. Finna vit ongan bjálka hjá okkum sjálvum, og tað gera vit sjáldan [...] flestu okkara í holdi borði, at vit kunnu leypa framav. Gjørd ger fær onga vend. Men eitt kunnu vit altíð gera, og tað er at ganga í okkum sjálvi og viðganga, at vit hava gjørt skeivt. Biða viðkomandi, [...] fyrsta sum rann mær í tankarnar var, at tá Atli tekur dømið úr bíbliuni um bjálkan og flísina, og vanhalgar hetta brotið úr fjallaprædikuni, kann hann neyvan hava lisið brotið, áðrenn hann festi orðini
gerast alsamt grønari. Fíggjarmálaráðið hevur eitt uppskot, ið skal loysa allar hesar trupulleikar. - Vit hava bæði húsalánsgrunn og bjálvingargrunn. Húsalánsgrunnurin hevur pening, men onki virksemi. Bjálv [...] orkusparandi, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri. Hann leggur afturat, at um vit taka pensjónistarnar fyrst, ið hava møguleika at søkja um bjálvingarstuðul, so eru longu 200 umsóknir til hetta, men [...] ætlanin hjá fíggjarmálaráðnum, at yngri fólk eisini skulu hava møguleika at søkja um bjálvingarstuðul. Hetta skal tó skipast á ein annan hátt. - Vit hugsa um at seta tað sum eitt tilboð, ið skal vera galdandi
Toni Dam sigur, at tá ið hann sjálvur fór undir at byggja síni egnu hús fyri nøkrum fáum árum síðani, fór hann at kanna, hvussu hann kundi fáa dygdargott tilfar fyri ein bíligan penga, og tað var á henda [...] vindeygum og hurðum, men bíleggur tað heim í hvørjum einstøkum føri. Við teimum flutningsmøguleikum, ið vit hava í dag, ger hetta ikki stórvegis, tí tað ber til at fáa vøruna heim innan eina viku, sigur Toni Dam [...] at vindeyguni og hurðarnar eru av sera høgari góðsku, og tey hava allar hugsandi góðkenningar. Í mun til nógv av teimum vindeygum, sum vit kenna her á landi, so eru vindeyguni úr Litava í nógv størri mun
Tá tað snýr seg um teknik og mekanik yvirhøvur, so hava vit av gomlum vana lyndi til at hugsa, at hetta bert er ein verð fyri mannfólk. Fyri fáum árum síðani var tað rættuliga óhugsandi, at eitt konufólk [...] redigera hesar upptøkur. Við Yngd sigur Bjørg hendan fríggjadagin, ið vit hittu hana niðri í Vørðsluni, at henni dámar sera væl arbeiði. Tá hon møtir til arbeiðis um morgunin, veit hon sjáldan, hvat ið hon [...] myndir burturúr, og tá er tað eisini hugaligari at verða myndafólk. Hinvegin eru tað summi fólk, sum av einari ella aðrari orsøk ikki duga so væl framman fyri einum myndatóli, og tá kann tað verða strævið
høgru, tá farið verður inn í kirkjugarðin í Dr. Jacobsensgøtu. Tað er so heppið, at eftirkomarar hjá teimum hava kannað ættarsøguna eisini í Íslandi, og er hetta sera áhugavert. Tískil kunnu vit hava tveir [...] 1862, tá ið Bjørn var 3 ára gamal. Saman við foreldrunum búði Bjørn fyrst í Tverá í Hallárdali, síðani á gørðunum Spákonufell og Bergstaðir. Mamman, Sigriður Bjørnsdóttir, giftist uppaftur í 1863. Tá flutti [...] var farin umborð á bretska herskipið Bellona. Á veg aftur til hús rendu teir á ein flúr í Álakeri. Tað eydnaðist Sveini at bjarga sær til hús, men Jóan Pauli varð seinni funnin lívleysur inni á Vestaru Vág
seinni um, hvussu fín hendan familjan og húsini, tey búðu í, vóru: »Vit sukku niður í plússið, tá vit komu inn«, skal Christian hava tikið til. Helst hevur hendan vitjanin verið hjá Pétur A. Ólafsson [...] var kallaður, vaks upp í Bringsnagøtu. Hann spældi í Havnará og í ósanum, sum børnini gjørdi tá. Eisini var tá vanligt, at børnini spældu á steinunum, sum í dag standa ímillum Hotel Hafnia og Dómkirkjuna [...] eisini faddur hjá soni Finns, Bjørn J. Finnsson, í 1928. Tá fólkateljingarnar vóru í 1916 og 1921 er vinnuvegur Finns uppgivin sum »fisker«. Hann búði tá heima hjá foreldrunum í Bringsnagøtu. Í 1927 tók Finnur
síðani bygdi eini hús fyri dýrar dómar og seldi tey aftur í fjør, so hevði vinningurin verið munandi størri enn við Krúnborg. Men tá hevði eingin latið við seg koma á nakran hátt. Tá so talan er um eitt [...] leggur fyri dagin nú, eigur føroysk fiskivinna onga framtíð. Eg skal ikki skava útyvir, at eisini vit tíðum hava forvunnið pengar í vinnuni, men 99% av hesum eru endaðir aftur í vinnuni so ella so. Og hvør [...] virkisvilja hjá monnum at fáast við fiskivinnu. Kapitalurin fer har, ið møguleikarnir eru bestir. Og tá karmarnir í føroysku fiskivinnuni eru so óstøðugir og ótryggir, er tað bara náttúrligt, at íleggjarar