Bjartskygdi Hogdson

Liverpool hevur siglt um boðar og sker seinasta árið. Glæsliga fótbóltssøgan hevur ikki verið nøkur sjálvsøgd borgan fyri stórvegis úrslitum. Uppgávan hjá Roy Hodgson at stjórna liðnum er møtumikil. Hann roynir hinvegin framvegis at vera bjartskygdur, hóast drúgva mótburðin

Ákærurnar hava regnað av grimd oman yvir liðið, hann stendur á odda fyri.

Stríðið um ábyrgdarmenninar av felagnum hevur givið honum kroystar arbeiðsumstøður. Sjógvurin er nú slætnaður, men tað eru framvegis úrslitini, sum tala søkina hjá venjaranum. Liverpool er í miðbólkinum á stigatalvuni, og plássini, sum geva atgongd til Champions League, eru langt burturi. Tað er rætt og slætt ikki nøktandi.

Undir heimadystinum móti Wolverhampton, sum Liverpool tapti óvæntað í síðstu viku, sungu trúfastu áskoðararnir ‘Daglish, Daglish!’ og sipaðu til Kenny Daglish, sum hevur verið upp á tal at loysa verandi venjaran av.

Roy Hogdson tykist hinvegin ikki stúra fyri sínum arbeiði. Hann segði í farnu viku, at hann hevur verið undir størri trýsti fyrr. Sum venjari hjá Fulham var kravið at vinna á Portsmouth í seinasta landskappingardysti í kappingarárinum í 2008, um hann og leikararnir skuldu varðveita sætið í Premier League.

- Eg havi ongatíð hugsað um at gevast í Liverpool. Eg gevi ikki skarvin yvir av fríum vija. Eg ætli mær at venda skútuni og vinna steypini, sum felagið vil vinna. Eg noyðist bara at biðja um tíð og tol fyri at røkka málinum, segði Roy Hodgson aftaná dystin móti Wolverhampton, sum framhaldandi er bjartskygdur.


Cole var bjargingarmaðurin

Tá stóra stadionurið á Anfield hevði rundað teir 90 minuttirnar seinnapartin leygardagin, varð aftur líkt til, at reyðlittu áskoðararnir úr Liverpool fóru hugtugnir til hús.

Undirtøkan kring vøllin var lítil hesaferð. 10.000 pláss vóru tóm á áskoðaraplássinum.

Hodgson hevði róð uppundir, at fyrsti heimadysturin í nýggja árinum var snúningspunktið og byrjanin til bjartari tíðir á Anfield.

Men hann fekk heldur ikki rætt hesaferð, noyddust tey flestu at ásanna. Liverpool hevði kós móti einum stigi á heimavølli móti Bolton. Men meðan surrið av vónbrotni legði seg tjúkt yvir leikvøllin, fekk Steven Gerrard bóltin fyri føturnar í høgra borði. Hann sendi kúluna skamt frá málinum hjá gestunum, har Fernando Torres og Johan Elmander stríddust um bóltin. Brádliga rullaði bólturin fyri høgra fótin á innskifta Joe Cole, sum skumpaði bóltin seinasta meturin um málstrikuna.

- Eg eri errin og serstakliga fegin um, at vit fingu sigursmálið. Fjeppararnir hava gjørt vart við sína misnøgd. Tá liðið spælir illa er rímiligt, at venjarin er í andglettinum. Eg havi ábyrgd av liðnum, og eg eri harmur um, at áskoðararnir eru tungir í huga. Úrslitini hava ikki verið nøktandi, men fjeppararnir eru trúfastir og stuðla okkum. Tað eru vit ómetaliga glaðir fyri, sigur Roy Hodgson, sambært heimasíðuni hjá Liverpool.


Leikararnir stuðla venjaranum

Sigursmálið hjá Joe Cole hevur við sær, at Hogdson fær ein feril av arbeiðsfriði næstu dagarnar. Tað var í tøkum tíma, at hann tryggjaði venjaranum og liðfeløgunum nøkur stig í skjáttuna.

Joe Cole ger greitt, at leikarahópurin stuðlar Hogdson av fullum huga.

- Vit vilja allir, at Liverpool vinnur sær fastatøkur í oddinum aftur. Leikararnir eru á vøllinum fyri troyggjuna og venjaran. Eingin er størri enn felagið, sigur hann við heimasíðuna hjá Liverpool.

Kenny Daglish heldur, at tað er sera neyðugt, at øll standa saman um felagið í løtuni, hóast mótburðin.

- Tað snýr seg um Liverpool Football Club í løtuni, og ikki um einstakar persónar. Vit noyðast at standa saman, er hansara áheitan.


Aftur á føtur

Liverpool hevur mist fótafestið seinastu mánaðirnar. Úrslitini, sum er grundarlagið undir øllum fótbóltsfeløgunum, hava verið vánalig. Felagið tekur ikki lut í Champions League í hesum kappingarárinum, og liðið stríðist nú at sleppa í Europe League næsta kappingarár.

Roy Hodgson væntar, at felagið kemur á føtur aftur skjótt.

- Stríðshugurin í sigrinum á Bolton prógvaði, at leikararnir eru sinnaðir at geva tað, sum krevst. 2010 fer í søgubøkurnar sum eitt sera vánaligt ár fyri felagið. Vit skulu syrgja fyri, at 2011 verður so minniríkt sum tilber, sigur Roy Hodgson, sum framvegis er undir stórum trýsti.