Bjørn Finnsson: Gjørdist føroyingur av giktfepri

Í gamla kirkjugarði er heilt fitt av søgu um íslendingar, sum eru komnir til Føroyar, og sum hava givið sítt íkast til okkara samfelag. Ein av teimum er Bjørn Finnsson, sum fekk føroyska konu

Ein av teimum fyrstu steinunum, ein kemur framá í gamla kirkju­garði er tann hjá Johonnu og Bjørn Finnsson. Hetta er onnur grøvin til høgru, tá farið verður inn í kirkjugarðin í Dr. Jacobsensgøtu.
Tað er so heppið, at eftirkomarar hjá teimum hava kannað ættar­søg­una eisini í Íslandi, og er hetta sera áhugavert. Tískil kunnu vit hava tveir partar við søguni um hesa grøv. Heimildarmaðurin er Berg­mann Finnsson, ættaður úr Lamba, sum er lang­abbasonur Bjørn.

Søgan í Íslandi
Bjørn Finnsson var føddur 28. august 1859 í Tverá í Hallárdali, í Eystur-Húnavatnssýslu í Norður­íslandi. Hann doyði 18. juli 1931 í Tórshavn.
Bjørn búði øll barnaárini við Skagastrond. Pápin, Finnur Jónsson, gekk burtur á hákallaveiðu í 1862, tá ið Bjørn var 3 ára gamal.
Saman við foreldrunum búði Bjørn fyrst í Tverá í Hallárdali, síð­ani á gørðunum Spákonufell og Bergstaðir.
Mamman, Sigriður Bjørnsdóttir, giftist uppaftur í 1863. Tá flutti familjan fyrst til Neðstibær í Laxár­dali og síðan til Kjalarland, niðast í Hallárdali.
Bjørn varð fermdur í kirkjuni á Høskuldstøðum 2. hvítusunnudag í 1874. Presturin skrivar millum annað í kirkjubókina, at hann lesur væl, dugur væl og skikkar sær væl.

Manndómsár í Íslandi
Í Íslendingabók sæst at Bjørn er í Blønduós við Húnaflóan í 1880. Í 1884 fer hann frá Hjaltabakka við Húnaflóan, suður á ferð.
Abbasoninum Bjørn J. Finnsson er fortalt, at Bjørn hevði familju í Reykjavík, sum hann búði hjá. Hetta var reiðarafamilja.
Hann sigldi hesa tíðina við fiski­skipum út frá Reykjavík. Sagt er um Bjørn, at hann førdi skip, eisini áðrenn hann fekk naviga­tións­papírir. Seinni tók hann skipara­prógv á Ærø í Danmark.
Síðan var hann í langfarasigling. Millum annað hevði hann rundað Kap Horn fleiri ferðir og hála vatn í Falklandsoyggjunum.
Annars vita vit enn lítið um Bjørn hesi árini, áðrenn hann kom til Føroyar.

Bjørn kemur til Føroyar
Bjørn kom til Føroyar í 1891, 32 ára gamal. Søgan er hon, at hann hevði verið í uttanlandasigling og var á veg úr Keypmannahavn til Íslands við rutubáti. Á ferðini gjørdist Bjørn sjúkur av giktfepri, og tá skipið legði inn í Tórshavn, var hann innlagdur á sjúkrahúsið har. Skipið fór víðari, og Bjørn var liggjandi á »gamla hospitali« í Havn.
Á sjúkrahúsinum arbeiddi Johanne Petrine Christiansen (1863-1930), van­liga nevnd Stubb-Hanna, úr Tórs­­havn. Tað rann saman í millum tey bæði, og Bjørn fór ikki víð­ari til Íslands. Hann var verandi í Føroy­um, og tey bæði giftust og búsett­ust í Bringsnagøtu.
Vit vita enn onki um, hvar Bjørn var og hvat hann gjørdi í Føroyum í tíðarskeiðnum 1891-1898.

Máttu bíða eftir váttanum úr Íslandi fyri at giftast
Bjørn og Johanne vóru gift 30. mai 1899. Sambært kirkjubókini høvdu tey biðið um at lýst var fyri teimum 9. september 1898. Ætlanin var nokk at giftast skjótast møguligt eftir tað.
Tá fólk giftust, skuldi presturin fyrst kanna, um alt tað formella var í lagi, um tey longu vóru gift øðrum, og um tey móttóku fátækrahjálp.
Í hesum førinum tók tað langa tíð, at fáa formellu skjølini frá Íslandi. M.a. »Fattig-attestina«, sum var prógv fyri, at brúðgommurin ikki fekk fátækrahjálp. Tann 29. mai 1899 komu skjølini tó, og Bjørn og Johanne vóru gift heima longu dagin eftir. Forlovarar vóru Jens Gutte­sen, hálvbróðir Johanne, og Joen Pauli Poulsen, vanliga kallaður Jóan Pauli í Dandastovu.
Hann var upprunaliga skómak­ari, men gjørdist ein av teimum gitnu fergumonnunum í Havn í teirri tíðini, tá ið skip við ferðafólki ikki kundi leggja at í Havn.
Jóan Pauli druknaði í hesum starvi í 1903. Tað var eitt illveðurs­kvøld, at Jóan Pauli var saman við Svein Arnason, pápa Herluf Arnason og Otto Brimheim, var farin umborð á bretska herskipið Bellona. Á veg aftur til hús rendu teir á ein flúr í Álakeri. Tað eydnaðist Sveini at bjarga sær til hús, men Jóan Pauli varð seinni funnin lívleysur inni á Vestaru Vág. Hetta var ein sorgardagur í Havn, tí Jóan Pauli var sera væl umtóktur millum fólk. Hann varð jarðaður 12. oktober 1901. Eftir sótu tey bæði, kona hansara Nikolina í Dandastovu, ættað úr Króki, og sonurin Pól, sum tá var á 15. ári. Pól tók við eftir pápa sín sum fergumaður til henda vinnan fór í søguna. Seinni fór hann út í heim at sigla.
Bjørn og Johanna búðu í Tumm­asar­stovu í Bringsnagøtu. Um ár 1900 var Bjørn politistur. Annars var hann arbeiðsmaður og arbeiddi í Havnini, millum annað sum arbeiðs­formaður í fiskaarbeiði. Hann fór ongantíð út aftur at sigla.
At Bjørn ikki fór út aftur at sigla hevur sína frágreiðing. Áðrenn Johanne møtti Bjørn, var hon trú­lovað einum havnardrongi, sum sló út av deksbáti og druknaði. Av hesum vildi Johanne ikki at Bjørn skuldi sigla, men vildi hava hann heima. Hesa søguna hevur ommu­dóttirin Connie Søager sagt frá.

Til Íslands aftur við »Dronning Alexandrine«
Eftir at konan, Johanne, var deyð í 1930 bar dóttirin, Christiane, so­leiðis í bandi, at Bjørn fór ein túr til Íslands við »Drotningini« at vitja familjuna har. Hann hevði annars ikki verið í Íslandi aftur, eftir hann var komin til Føroyar.
Bjørn skuldi vera í Reykjavík, meðan »Drotningin« var í Danmark, og síðan koma heim við aftur næsta túr. Hetta bleiv tó ikki so. Bjørn fór avstað, men kom heim aftur sama túr. Hann bar ótta fyri at doyggja í Íslandi og ikki verða jarðaður við síðuna av konu síni.
Bjørn doyði 71 ára gamal í 1931 og er jarðaður undir liðini av konu síni í Gamla Kirkjugarði í Havn.
Rætting til myndatekst í seinasta parti: Pálina sat einkja eftir Hans Mohr í 31 ár.

Í komandi parti
verður greitt frá børnunum hjá teimum báðum