Kai Vágfjall
Í fyrru grein míni, undir somu yvirskrift, svaraði eg Atla Dam aftur uppá eina grein, sum hann herfyri hevði, ímóti Høgna Hoydal við yvirskriftini: ?Betongtungur bjálki av ósakligheit?. Í hesi grein míni skal eg ikki heingja meg so nógv í yvirskriftina, tí tað viðgjørdi eg í hini fyrru greinini, men sum lovað, skal eg her viðgera tann politiska partin.
?Javnbjóðis? partar.
Atli bítur grein sína upp í 7 punkt. Í 2. punkti kemur hann inn á tað sum danski forsætisráðharrin ferð eftir ferð hevur nevnt tríggjar ?javnbjóðis? partar/tjóðir í danska ríkinum. Eg skilji ikki at nakar føringur blívur við at meyla um slíkt, tí hetta kann als ikki førast út í lívið. Tað er utopi at at trúgva slíkum. Danska ríki er eitt eindarríki, ein tjóð og eitt tungumál - danskt. Øll onnur eru minnilutafólk við minnilutamáli, ásett av harrafólkinum, og góðtikið av danska sosialdemokratinum í Føroyum og Sambandsflokkinum. Her er ikki meira at viðgera, serliga eftir hvat vit hava upplivað tað síðstu tíðina. ?Gensidig respekt? eru einans orð, tí tað hava vit ongantíð sæð.
Hvør eigur Føroyar?
So er tað øll hendan skrivingin um undirgrundina, um tað eru føringar ella danir sum eiga hana. Hetta er skjótt avgjørt. Hvør eigur Føroyar? Tað gera danir. Vit eru bert ein danskur landslutur. Hvussu kunnu vit so eiga nakra undirgrund, tá vit ikki eiga landið.
Spurt hevur verið hvør eigur oljuna í undirgrundina. Svarið er sjálvandi tað sama. Nyrup er ullintur sum vant, og vil ikki svara spurningunum, men Atli er stak nøgdur við svarið: ?ja men det er jo det vi skal finde ud af?. Kunnu føringar vera nøgdir við slíkt svar?
Ynskir landið undir danskt vald.
Atli finnist at Høgna, tí hann leggur Atla undir at lata ábyrgdina og vald frá okkum. Tað sigur Atli seg ongantíð hava sagt. Men í fyrsta reglubroti undir punkt 2, sigur Atli : ?Tað er rætt, at eg mæli til ríkisfelagsskap ímillum tríggjar javnbjóðis tjóðir og lond. Hatta við javnbjóðis kann Atli bara gloyma, tí javnbjóðis verða vit ongantíð, so annað enn at geva bæði ábyrgd og vald frá sær er hetta ikki.
Søplaði milliardir burtur.
Undir 3. punkti sigur Atli, at Høgni skal hava brúkt 20-tals milliónir ?hensynsleyst? til fullveldisætlanina. Ak og ja. Hetta er sami Atli Dam, sum í 70 og 80-árunum søplaði milliardir av skattgjaldarans peningi burtur í svartkjafta- og øðrum ørvitisætlanum, sum vóru við til at rena landið á húsagang. Og hetta er sami Atli, sum ætlaði og enn ætlar at forera dønum helvtina av allari okkara oljuinntøkum (arvasilvurið). Heldur Atli seg hava nakra skuld, hóast tað ikki trutu ávaringar? Nei, her var eingin umbering. Eingin játtan at skeivt var atbori. Bara: ?lætt at vera bakklókur?.
Bestilt arbeiði?
Undir punkt 4. sigur Atli seg ikki hava skýrt nakran kommunist ella fasist. Tað kann væl vera, men fleiri av viðhaldsfólkum hansara hava brúkt slík heiti um Høgna, bæði í bløðunum og á fullveldis-kjaksíðuni. Høgni verður lagdur undir at hava bestilt t.d. fyrispurning í Norðurlandaráðnum til Nyrup og somuleiðis skrivingina í Ekstrablaðnum. Men tit taka ikki uppá tunguna, tá Høgni var samanlíknaður við dýrið í opinberingini, í einum lýsingarblaði, sum var borið inn í hvørt hús í landinum. Hvør hevði bestilt tað!!!???
?Frælsi? í ríkisfelagsskapinum?
Undir 7. punkti nevnir Atli, at ?vit røkka størri frælsi og verðuligum sjálvsavgerðarrætti í samvinnu, enn tú kannst røkka sum lítil suverenur statur, kroystur av allari teirru máttugu verð uttan um okkum?. Hetta vóru orðini frá hesum ?vísa? manni. V.ø.o. vit røkka størri frælsi og veruligan sjálvsavgerðarræt í rikisfelagsskapnum sum ófrælsir og við skerdum sjálvsavgerðarætti. Logikkur á
?høgum? støði má sigast. Ongantíð fyrr hava vit verið so kroystir og illa viðfarnir, sum vit hava verið síðstu árini, meðan vit hava verið í ríkisfelagsskapi sum ófrælsir og uttan sjálvsavgerðarætt. Gensidig re-spekt, hvat bleiv hon av?
Hvat meinar hann við alliku?
Síðani nevnir Atli nakað gátuført um eina alliku og nevnir eitt danskt orðafelli: ?så fuld som en allike?. Hvat hann meinar við hetta, veit eg ikki. Men um hann vil rættvísgera seg sjálvan og roynir at stíga fram sum tann mest edrúuligi føringurin, so man hann hava misstikið seg. Føringar bæði vita og minnast betur enn so, uttan at eg skal koma inn á nakað ávíst. Enn einaferð spríkti sjálvrættvísi fram hjá hesum manni, sum hevur átikið sær at finna bjálkar og flísir hjá øðrum.
Hatursgjósturin.
Víðari kemur Atli inn á ?hatursgjóstur og um at klúgva tjóðina úr skalla í hæl?. Her haldi eg Atli sjálvur er nr. 1. Bara við at lesa greinina: ?Betongtungur bjálki av ósakligheit?, kennist hesin gjóstur gjøgnum alla greinina. Vit minnast eisini fyrra helming av 80-unum, ta hatursfullu skriving í tá var millum Atla og næstvánaligasta løgmann vit hava havt (tann vánaligasti var undanfarni løgmaður). Hetta vil eg ikki koma nærri inn á her, tí tað vilja vit flest øll gloyma. At klúgva í tvey man Atli verða serkønur í, vit minn-ast øll javnaðarfelagið á Tvøroyri, sum bleiv til fleiri feløg, og so er nóg mikið sagt um tað.
Afrika sum dømi.
Eisini tekur Atli Afrika fram sum dømi, og roynir at vísa á hesi lond, sum hava vunnið sær frælsi, og ger eina samanbering við Føroyar. Hann sigur, at í hesum londum gjørdist ábyrgdarloysi størri, aftaná at londini fingu frælsi, og at tað tí er ósakligt at billa fólki inn, at loysing tryggjar Føroyum ábyrgdarfullar politikarar. Um Atli er so óvitandi, kann eg greiða honum frá, at einki land í Afrika við frælsi, kann samanberast við einar vónandi frælsar Føroyar. Hesi lond í Afrika fingu frælsi, men vóru stýrd av hørðum og korruptum einaræðisharrum, sum flestir vóru bølmenni og drápsmenn, sum rændu og enn ræna tjóðarognirnar (arvasilvuri) í hesum londum. Teir flyta hesar ognir til útheimin, samstundis sum politikurin er sosialistiskur planbúskapur, nakað sum javnaðarmenn eru so heitir talsmenn fyri. Hugsi tykkum til føringar, hetta er ein fyrrverandi løgmaður, sum loyvir sær at samanbera okkara land og komandi tjóðarfrælsi við slík lond ? hetta sigur okkum alt.
Hevur samfelagsútviklingurin ligið á láni?
At enda nøkur orð um, at samfelagsútviklingurin skal liggja á láni, sambært Atla. Hetta hevur verið ført fram ferð eftir ferð av javnaðarmonnum. Lygnir teirra skulu ikki sleppa óátalaðar aftur við borðinum. Hóast hendan samgongan hevur arbeitt við fullveldismálinum, sum er sera tungt og trupult, samstundis sum anstøðan hevur lagt forðingar í vegin, og runnið ørðindir fyri danir, so hevur einki landsstýri fingið so nógv av skafti sum hetta, og tað pínir tey.
Eg skal tí endurtaka nakað av tí, sum hendan samgongan hevur fingið frá hondini, og sum Anita á Fríðriksmørk fyrr hevur lýst í bløðunum, hóast andstøðan sigur, at einki er hent og at landið hevur ligið lamið. Hetta kann ongantíð verða endurtikið nóg ofta:
? Loysn á bankamálinum
? Loysn á skuldarspurninginum við Danmark
? Loysn á marknaðartrætuni við bretar
? Bøttur handilssáttmáli við ES
? Fyrireikingarnar til oljuvinnuna
? Munadygg hækking av fólkapensiónuni
? Munadygg hækking av stuðlinum til tey lesandi
? Hækkaður barnafrádráttur
? Almanna- og heilsuøkið er munandi hækkað
? Barnsburðargrunnurin er á veg
? Nýtt landssjúkrahús er í gerð
? Heilsurøktaraskúli á Tvøroyri
? Mentanarøkið er hækkað munandi
? Undirvísingarøkið er hækkað munandi
? Nýggjur studentaskúli í Vági
? Kommunuloysnin
? Langtíðaríløguætlan fyri land og kommunur
? Uppgávubíti millum land og kommunur
? Vaktar- og bjargingarskipið
? Sandoyarferjan er í gerð
? Suðuroyarskipið verður projecterað
? Undirsjóvartunnil til Vágarnar
? Tunnil til Gásadals
? Játtan á fíggjarlógini til tunnil millum Hov og Tjaldavík
? Studningspolitikkur er jarðaður
? Búskaparpolitikkurin er ábyrgdarfullur og greiður
? Allir landsrokniskapir eru ajour fyri fyrstu ferð nakrantíð
Bara fyri at nevna nøkur høvuðspunkt.
Ósannindir í bløðunum.
Tað er tí hugstoytt at lesa aftur og aftur ósannindir frá sambands- og javnaðarfólkum, um at hetta landsstýrið einki skal hava gjørt, uttan at hava fingist vil fullveldisætlanina. Sjálvt Hanna Lisberg, sum eg fyrr helt vera hampafólk, hevur verið frammi í bløðunum við hesum ósannindum. Somuleiðis Birgir Mohr. Tað er skelkandi, at ein maður, í tí starvi sum hann hevur, kann sleppa ótarnaður at føra fram slík ósannindir í bløðunum.
Ósakligheitin.
Atli gjørdist firtin, tá Høgni eftirlýsti bara ein farra av sakligheit. Vit vita vit øll, at tað hevur verið ein mangulvøra hjá fleiri javnaðarfólkum. Tá Atli ella Jóannes luttaka í einum orðaskifti í SvF ella einum fimmara, so hoyrist einki uttan róp og brøl, tá teir vilja hava rætt. Brølað verður, meðan onnur hava orði, og leggja síni sjónarmið fram. Hampafólk verða avbrotum, við hesum ósakligu javnaðarbrølum. Hetta er formaður sambandsfloksing heldur ikki fríður fyri. Ella hvat við honum sjálvum, Vesturi í Bø, sum misti orðið í tinginum. Var tað ikki vegna ósakligheit? Gud viti hvat hasin maðurin er valdur inn á ting fyri. Tómar tunnur buldra mest. Annars plagar tað stuttliga at henda, hvørja ferð Jóannes hevur verið í fimmaranum, og sum vant klárað seg illa, so ringir hin gamli inn, sum er vanur at toga í tragrirnar á marionettdukkuni, tí hann vil so fegin eisini hava orðið og sleppa at brøla.
At vera fittur.
At Atli og javnaðarmenn ikki eru móttakiligir fyri atfinningum, síggja vit ferð eftir ferð at teir taka sær tykni, um nakar hevur at teimum. Tað stuttligasta er, at Atli helt Sjúrð Skaale vera fittan, men eftir at hann loyvdi sær at skjóta ?sjálvstýrislóg? javnaðarmanna í senk, so var hann ikki fittur longur, men Atli vónar at hann einaferð verður fittur aftur, v.ø.o., um hann gevst at finnast at teirra ?politikki?. Jú, hetta eru teir sum rópa upp um sakligheit. Forrestin, Kai Vágfjall, er hann sakligur? Nei!!! Hví? Tí hann hevur loyvt sær at finnast at javnaðarmonnum, og tann ið slíkt ger er ikki fittur.










