Bjálva við húsalánsgrunninum

Stendur tað til fíggjarmálaráðharran, so verður tað í framtíðini gjørligt hjá øllum at søkja um lán úr húsalánsgrunninum til bjálving og onnur orkusparandi tiltøk í privatu heimunum. Eisini er ætlanin, at leggja húsalánsgrunn, bjálvingargrunn og íbúðargrunn saman, so tað bert verður ein húsalánsgrunnur

Í løtuni er torført at fáa lán frá bankunum til nakað sum helst. Samstundis liggur byggivinnan næstan still, tí onki arbeiði er. Eisini roynir heimurin at gerast alsamt grønari. Fíggjarmálaráðið hevur eitt uppskot, ið skal loysa allar hesar trupulleikar.

- Vit hava bæði húsalánsgrunn og bjálvingargrunn. Húsalánsgrunnurin hevur pening, men onki virksemi. Bjálvingargrunnurin hevur umleið 200 umsóknir, men ongan pening. Tí er ætlanin at seta hendan pening í nýtslu við at veita møguleikan við at taka lán úr húsalánsgrunninum, sum síðani kann nýtast til at fáa húsarhaldini meiri orkusparandi, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri. Hann leggur afturat, at um vit taka pensjónistarnar fyrst, ið hava møguleika at søkja um bjálvingarstuðul, so eru longu 200 umsóknir til hetta, men ongin peningur er. Verður peningur, so kann hetta frígeva einar 30 milliónir krónur, sum fara beinleiðis í byggivinnuna, sum ikki hevur tað so gott beint nú. Pensjónistar, ið ynskja lán til bjálvingarstuðul kunnu fáa upp til 150.000 krónur í láni, sum er rentufrítt og avdrátturin er lítil. Tó kemur hetta til gjaldingar, tá heimið skiftir eigara.

Í løtuni eru 365 milliónir í húsalánsgrunninum, ið ikki verða nýttar til nakað.


Eisini til yngri

Somuleiðis er ætlanin hjá fíggjarmálaráðnum, at yngri fólk eisini skulu hava møguleika at søkja um bjálvingarstuðul. Hetta skal tó skipast á ein annan hátt.

- Vit hugsa um at seta tað sum eitt tilboð, ið skal vera galdandi í tvey ár. Talan er um eina líknandi skipan, sum bjálvingarstuðulin til pensjónistar, men ætlanin er at skipa tað sum eitt vanligt lán, við eini rímiligari rentu. Eg veit ikki, hvussu nógv tað kann seta í sving, men tað kann verða heilt nógv, greiðir Jóannes Eidesgaard frá. Hann leggur afturat, at tað sjálvandi er eitt sindur ivasamt, hvussu nógv fólk vilja skuldarbinda seg afturat, men hann metir, at verður talan um eitt tilboð yvir tvey ár, so er stórur møguleiki fyri, at fólk taka hesi lán, tí tey eru orkusparandi og bankarnir vilja treyðugt geva lán.


Oljan fer at dýrka

Nógv hús í Føroyum eru ikki so væl bjálvaði, og hetta gevur eina stóra oljurokning, men oljan er ikki so dýr í løtuni, og tí er spurningurin, um fólk vilja gera tílíkar íløgur, fyri at spara penining.

- Oljan er ikki so dýr beint nú, men serfrøðingar vísa á, at helst fer oljan at dýrka aftur, og tí er hetta heilt víst ein skilagóð íløga, metir Jóannes Eidesgaard.

Orsøkin, til at geva hendan møguleika í eitt avmarkað tíðarskeið, er sambært Jóannesi Eidesgaard, at fáa so nógv sum gjørligt at gera brúk at hesum beinanvegin, fyri at fáa hondverkararnar til arbeiðis beinanvegin.

- Verður tað ikki tíðaravmarkað, so kann mann rokna við, at fólk velja at útseta hesa íløgu, men tað er beint nú vit hava tørv á vinnuskapandi tiltøkum, sigur fíggjarmálaráðharrin. Hann leggur afturat, at tílík lán vanliga enda við einum lægri prioriteti enn vanliga lánið frá bankanum, og tí sær hann fyri sær, at bankarnir yvir tíð skulu kunna yvirtaka hesi lánini.


Seríbúðir

Ein onnur ætlan hjá fíggjarmálaráðnum er at broyta lógina við lutaíbúðum. Soleiðis, at millum onnur fólk við serligum tørvi fáa betri lánsmøguleikar.

- Tað eru summi, ið hava verri møguleika at fáa lán frá teimum privati fíggingarstovnunum, og tí arbeiða vit við eini loysn, sum ber í sær, at millum onnur fólk við serligum tørvi skulu fáa møguleika at taka lán úr húsalánsgrunninum, greiðir Jóannes Eidesgaard frá.


Hevur undirtøku

Jóannes Eidesgaard greiðir frá, at hesi uppskot hava verið til viðgerar á landsstýrisfundi, umframt, í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, og har møtti hann góðari undirtøku fyri uppskotinum.

- Tað vísir seg, at fólk geva uppskotinum undirtøku, og hetta sampakkar rættiliga væl við grøna politikkin í heiminum. Danir hava eisini eitt líknandi uppskot til viðgerar. Somuleiðis greiðir hann frá, at ætlanin er, at gera ein stóran húsalánsgrunn, so sleppast kann undan fleiri so líkum grunnum. Og hann sær eisini ein stóran fyrimun, ið at nýta húsalánsgrunn til at fremja nøkur politisk endamál.