at hann er ein stór forðing fyri tað stóra vinnulív, sum er í Hvalba. Hvørt ár verða eini 6.000 tons av fiski arbeitt á flakavirkinum í Hvalba, og øll hesi túsund tonsini umframt kør, slógv og pakningur
hvalbingur, føddur 9. juli í 1935, sonur Thomasiu, f. Magnussen úr Trongisvági, og Eliesar Holm úr Hvalba. Bjarni gjørdist faðirleysur longu sum 5 ára gamal, tá ið pápin gekk burtur við Cherfull í Skopunarfirði [...] vaks tískil upp hjá ommuni og abbanum í Trongisvági. Liðugur við skúlan arbeiddi hann í kolinum í Hvalba, til hann fór til Havnar á læraraskúla í 1954. Eftir at hann var útbúgvin á Føroya Læraraskúla í
franskt par um miðal aldur. Tey høvdu ligið í tjaldi í Hvalba um náttina og um morgunin høvdu tey sett seg á jørðina vesturi á Fiskieiðinum í Hvalba at njóta tað sermerkta útsýnið. Tey sótu nakrar metrar
Bygdaráðið í Hvalba hevur nú samtykt at Sandvík skal tryggjast betri ímóti eldi. Fyri nøkrum døgum síðani kom eldur í eini hús í Sandvík, og har vísti tað seg at viðurskiftini vóru ikki nøktandi, hvørki [...] brunnurin so koplaður til brandkranarnar. Ætlanin er eisini at seta ein brandkranar upp mitt í bygdini í Hvalba. Hvalbiar Kommuna er í samstarvi við Tvøroyrar kommunu og Fámjins kommunu um sløkkiliðið, og tað
000 krónur lakari enn somu tíð árið fyri. - Men, tá nógva makrelvirksemi byrjaði á fiskavirkinum í Hvalba, og fólk fóru at arbeiða sjey dagar um vikuna á samdøgurvakt yvir eina langa tíð, lyfti hetta beinanvegin [...] næstan komnar upp á sama tal sum árið fyri. - Vit vóna, at makrelvirksemi aftur verður á virkinum í Hvalba í ár, nú hetta fekk so stóran týdning fyri økið í fjør summar og í heyst, sigur Trúgvi Gudmundarson
nnilin inn á Streymoy. Talan hevur verið um rutusigling ímillum Hvalba og Sand, men so skulu stórar íløgur gerast í ferjulegur í Hvalba og á Sandi, vegir í Sandoy og nýggjan Hvalbiartunnil. Ein annar møguleiki
Leygardagin stevndi sluppin Johanna av Hvalba við eini 50 ferðafólkum, ið skuldu liggja nátt á Lítlu Dímun. Tey fingu eina ógloymandi uppliving, har tey gingu upp á oynna, lógu nátt, og eygleiddu sólsetur [...] niður av oynni, og í árabát, ið bíðaði undir oynni. Johanna TG 326 førdi síðani ferðalagið aftur á Hvalba, har heit suppa fekst í Roynhøllini. Lítla Dímun er 414 metrar høg, brøtt er oyggin, men ovast er
Niclas er hvalbingur. Foreldrini vóru Maria, f. Hovgaard, úr Hovi, og Mortan Jespersen, úr Hvalba. Sum ungur fór Niclas til Danmarkar á háskúla. Í februar í 1941 varð hann settur í starv sum eykapolitistur [...] hann settur kommunalur politistur í Havn. Stutt tíðarbil var hann politistur á bygd, hann var t.d. í Hvalba, Runavík og í Klaksvík. 1. september 1981 fór hann frá fyri aldur, men var eykapolitistur í fýra
segði við Sosialin herfyri, at einir 6-7 mans verða við hvørjum skipi, sum í morgin stevna inn á Hvalba. - Sum eg havi skilt, sigldu Navarin og Borgarin við 6 monnum, og soleiðis verður tað helst eisini [...] hvalbiartrolararnir loysa. Hesir eru Tórhallur Randrup, John Martin Poulsen og Hanus Tausen, allir úr Hvalba. - Hvussu vit fara at skipa okkum við manning og skifti millum túrar, fáa vit at síggja, tá vit veruliga
fornminnissavnið, men eisini her suðuri hava vit verið nógvastaðni. Vit hava verið í kolanámunum her í Hvalba, niðri í gamla skúla, gingið upp í gjøgnum Káragjógv og so hava vit eisini verið í Vági og bovlað [...] tað, hann hevur lært okkum. Vit lýsa frið yvir minnið um Óla Berg, flokslærara okkara. 6. flokkur í Hvalba