Bygdaráðið í Hvalba hevur nú samtykt at Sandvík skal tryggjast betri ímóti eldi. Fyri nøkrum døgum síðani kom eldur í eini hús í Sandvík, og har vísti tað seg at viðurskiftini vóru ikki nøktandi, hvørki við brandkranum ella við vatni, so sløkkiliðsbilar máttu koyra í pendulfart oman eftir sjógvi at sløkkja við.
Nú hevur bygdaráðið tikið málið upp og á fundi í kvøld varð einmælt samtykt at bøta um støðuna. Í hesum sambandi hevur bygdaráðið samtykt at útvega fimm nýggjar brandkranar, sum verða settir upp úrvaldum støðum í bygdini. Harafturat er ætlanin at tetta gamla vatnbrunnin í Sandvík, sum tekur eini 10-15 kubikk, og at leggja tak á hann og so er ætlanin at hann altíð skal standa fullur.
Og til at samanbinda brunn og brandkranar, verður ein spildurnýggj vatnveiting løgd um alla bygdina og hon verður so bundin bæði í tann gamla brunnin og tann nýverandi. Sostatt fáa sandvíkingar nýggja vatnveiting í sama viðfagni, men verður brúk fyri vatni at sløkkja eld við, verður tann gamli brunnurin so koplaður til brandkranarnar.
Ætlanin er eisini at seta ein brandkranar upp mitt í bygdini í Hvalba. Hvalbiar Kommuna er í samstarvi við Tvøroyrar kommunu og Fámjins kommunu um sløkkiliðið, og tað er í samráð við átaksleiðaran og arbeiðsformannin hjá kommununi, at brandkranarnar verða plaseraðir.
Bygdaráðið hevur fingið tilboð upp á brandkranar, og annað tilfar, sum krevst og farið verður undir arbeiðið í næstum.