Niclas Jespersen 90 ár

Leygardagin 23. august fyllir Niclas Jespersen í Havn 90 ár.

Niclas er hvalbingur. Foreldrini vóru Maria, f. Hovgaard, úr Hovi, og Mortan Jespersen, úr Hvalba.


Sum ungur fór Niclas til Danmarkar á háskúla. Í februar í 1941 varð hann settur í starv sum eykapolitistur í Danmark og tvey ár seinni á fast starv. Hann var politistur í ymsum støðum í Danmark til 1. mai 1948, tá hann søkti um farloyvi.


Í Danmark møtti hann Grethe, f. Petersen, úr Dragstrup í Norðursælandi, og giftust tey í 1942. 1. oktober 1949 varð hann settur kommunalur politistur í Havn. Stutt tíðarbil var hann politistur á bygd, hann var t.d. í Hvalba, Runavík og í Klaksvík. 1. september 1981 fór hann frá fyri aldur, men var eykapolitistur í fýra ár eftir tað. 1. september 1985 fór hann endaliga úr starvi, 67 ára gamal.


Tey flestu minnast tær sera væl umtóktu barnasendingarnar í SVF um dólgarnar, sum Zacharias Hammer skipaði fyri, har Niclas var politistur. Sendingarnar vóru eins væl umtóktar av vaksnum sum børnum. Niclas hevur stóran áhuga í og hevur fingist nógv við ættargransking.


Grethe og Niclas fingu fýra børn: Sverri, sum búði í Svendborg (Sverri andaðist í 2003, 59 ára gamal), Solveig, sum býr í Fåborg, og Lars og Karin, sum búgva í Havn.

Grethe andaðist í 2004, 79 ára gomul.


Í sambandi við føðingardagin sigur Niclas, at tað hevði glett hann, um onkur kom inn á gólvið í heiminum í Lykkjugerði 9 at heilsa uppá seg ímillum kl. 13-17.