Hvalbiar kommuna hevði stóran skattavøkstur í januar í ár í mun til sama mánað í fjør. Talan var um ein vøkstur á góð 7 prosent.
At tað loysir seg at skapa vinnuligar karmar, hevur Hvalbiar kommuna sæð. Kommunan hevur nevniliga planerað eitt stórt øki oman fyri fiskavirkið í bygdini, og her eru fasilitetir til frysti-og kølibingjur við eitt nú el-dósum og kaðlum.
Hetta kom væl við í fjør summar og í heyst, tá arbeiðsfólk hjá TG Seafood arbeiddi nógvan makrel, sum kom í bingjum frá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Hetta skapti nógv arbeiði og geva arbeiðsfólki og kommunu nógvar inntøkur.
Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson, vísir á, at í fjør summar vóru samlaðu skattainntøkurnar hjá Hvalbiar kommunu fyri hálvárið umleið 600.000 krónur lakari enn somu tíð árið fyri.
- Men, tá nógva makrelvirksemi byrjaði á fiskavirkinum í Hvalba, og fólk fóru at arbeiða sjey dagar um vikuna á samdøgurvakt yvir eina langa tíð, lyfti hetta beinanvegin undir inntøkurnar hjá arbeiðsfólkinum, samstundis sum tað lyfti undir skattainntøkurnar hjá Hvalbiar kommunu.
Hann sigur, at hóast tey vóru hesar 600.000 krónurnar aftur út í skatti, vuksu inntøkurnar so nógv teir næstu mánaðirnar, at tá 2013 var úti, vóru samlaðu skattainntøkurnar næstan komnar upp á sama tal sum árið fyri.
- Vit vóna, at makrelvirksemi aftur verður á virkinum í Hvalba í ár, nú hetta fekk so stóran týdning fyri økið í fjør summar og í heyst, sigur Trúgvi Gudmundarson.