Enn er púra óvist, nær ein nýggjur Hvalbiartunnil verður gjørdur.
Tað staðfesti Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum í Løgtinginum, tá ið Kristin Michelsen, tingmaður, fregnaðist eftir tunlinum.
Kristin Michelsen vísti á, at hæddin í tunlinum er bara til persónbilar, smærri bussar og lastbilar og at hann er ein stór forðing fyri tað stóra vinnulív, sum er í Hvalba.
Hvørt ár verða eini 6.000 tons av fiski arbeitt á flakavirkinum í Hvalba, og øll hesi túsund tonsini umframt kør, slógv og pakningur skal gjøgnum tunnilin.
- Til at føra hetta, verður ein 16 metra langur bilur brúktur. Hann koyrir seks-sjey túrar um dagin gjøgnum tunnilin, men hann sleppur ikki inn á nakað víkipláss.
- Førarin á lastbilinum sigur, at mangan noyðist hann úr bilinum at bakka bilin fyri eldri fólk inni í tunlinum. Somuleiðis ringja nógv fólk til hann at spyrja, nær hann kemur til Hvalbiar, tí tey eru noydd at passa sær løgir, nær tey skulu fara gjøgnum tunnilin.
Landsverk hevur upplýst fyri Kristin Michelsen, at í miðal koyra 715 bilar gjøgnum tunnilin um dagin, harav 209 størri bilar. Landsstýrismaðurin ásannaði, at Hvalbiartunnilin er ein veldugur trupulleiki.
Men tað einasta hann kundi lova, er, at ein nýggjur Hvalbiartunnil verður settur á eina 13 ára langtíðar íløguætlan, sum samgongan er farin undir og sum skal ganga frá 2012-2024.
Nær í hesi langtíðar íløguætlan, ein nýggjur Hvalbiartunnil verður settur á skrá, kann hann onki siga um.










