Hvalbingar hjálptu ferðafólki í ringari knípu

Í gjáramorgunin máttu hvalbingar av húsum at hjálpa tveimum ferðafólkum, sum vóru komin í eina rættiliga stóra knípu.

Tey høvdu nevniliga mist bæði pass, gjaldskort og flogferðaseðlar út av einum bergi og vistu tí ikki síni livandi ráð.

Talan var um eitt franskt par um miðal aldur. Tey høvdu ligið í tjaldi í Hvalba um náttina og um morgunin høvdu tey sett seg á jørðina vesturi á Fiskieiðinum í Hvalba at njóta tað sermerkta útsýnið. Tey sótu nakrar metrar frá eggini og tað var rættiliga nógvur vindur, tá ið ein hvirla kom og tók ryggsekkin út av eggini við passum, ferðaseðlum í.

Nú vóru góð ráð dýr og illa heitin bankaðu tey upp á í nærmasta húsi at kæra sína neyð.

Claus Olsen, sum plagdi síða við ferðafólki á Norðbergseiði varð boðsendur og hann sigur, at tað tók teimum 10 minuttir at savna átta mans, sum síðani fóru vestur á Fiskieiði við línu.

Ein maður varð bundin í línuna og seig niður og tað eydnaðist honum at finna ryggsekkin har hann lá á eini rók, einar 20 metrar niðri í berginum.

Fronsku ferðafólkini vóru heilt óvfarin av hjálpseminum og at tað skuldi bera til at fáa átta mans at bjarga teimum ryggsekkin – og føroyaferðina og tey vóru ógvuliga fegin um at fáa ferðaskjøl og gjaldskort aftur.

Leggjast kann afturat, at "av trygdarávum", gistu tey á hotelli í nátt.

Myndina hevur Eileen Sandá tikið av Fiskieiði, sum er eitt rættiliga sermerkt pláss í Suðuroy.