Manning er til Breiðanes og Hamranes

Teir flestu, sum fara at manna skipini, sum koma á Hvalba í morgin, eru úr Suðuroy, men onkur einstakur er norðanfjørðs

Manning

 

Mikkjal Hammer, reiðari, segði við Sosialin herfyri, at einir 6-7 mans verða við hvørjum skipi, sum í morgin stevna inn á Hvalba.

- Sum eg havi skilt, sigldu Navarin og Borgarin við 6 monnum, og soleiðis verður tað helst eisini, tá skipini loysa á fyrsta túri.

Hann sigur, at manningarnar til bæði skipini so gott sum eru settar.

- Flestu eru her úr oynni, men onkur einstakur kemur norðanfjørðs. Vit hava eina blanding av royndum fólki og fólki, sum ikki hava so drúgvar royndir. Eg haldi, at skipini verða væl mannað, tá tey loysa, sigur reiðarin.

Tríggir navigatørar, sum hava verið knýttir at lemmatrolaranum Sjagakletti, fara at skiftast um brúnna, tá “nýggju” hvalbiartrolararnir loysa.

Hesir eru Tórhallur Randrup, John Martin Poulsen og Hanus Tausen, allir úr Hvalba.

- Hvussu vit fara at skipa okkum við manning og skifti millum túrar, fáa vit at síggja, tá vit veruliga eru komnir í gongd, sigur Mikkjal Hammer.

Hann ásannar, at tað verður ikki nakar dansur á rósum, sum hann tekur til, at reka skipini.

Reiðarin vísir á, at trolararnir helst skulu fiska fyri einar 30 miljónir krónur um árið, um raksturin skal hanga saman.

- Hetta er eitt stórt veiðivirði, og vit ivast onga løtu í, at hetta verður hart. Skipini skulu rekast væl og skynsamiliga, men fáa vit ongar óvæntaðar trupulleikar at dragast við, hava vit vónir um, at hetta fer at bera til, sigur Mikkjal Hammer.