smíða. Vanliga hava reglurnar á Strandferðsluni verið, at har prísmunurin bert var 20 pst., loysir tað seg at byggja í Føroyum. - Eg haldi sjálvsagt, at um tað ber til, so skal skipið smíðast í Føroyum, sigur [...] á fíggjarlógini skal haldast. - Tað er tó einki nýtt í hesum. Øll vita at útskifting av skipunum er neyðug, men vit vistu ikki, at tað fór at vera so átrokandi, sum tað nú er, sigur Samal Petur í Grund [...] setast inn í rutuna. Tvey ára bíðitíð - Av tí at tað tekur minst tvey ár at fáa skipið liðugt, er neyðugt at umhugsa støðuna nú, sigur landsstýrismaðurin. - Er tað ein treyt, at skipið skal smíðast í Føroyum
Tað er afturvendandi spurningur, hvussu Strandferðslan í framtíðini skal skipast. Seinast hevur verið frammi, at nýtt skip skal byggjast til Sandoyar-siglingina. Tórshavnar Skipasmiðja, sum í løtuni byggir [...] Tó skal eitt ávíst fyrireikingararbeiði gerast, av tí at tað er so langt síðan, at nakar nýbygningur var smíðaður á Skála. Landsstýrið hevur verið frammi við fyrispurningum um hetta mál, og líkt er til, [...] Á Skipasmiðjuni verður sagt, at teir eru fult út kappingarførir við onnur lond, tá tað snýr seg um nýbygningar. Tað eru teir tríggir politibátarnar til Grønlands og nógv umrøddi Densuddhi, sum í løtuni
Tí sjálvt um nakað var liðið út á árið, var veðrið hetta vikuskiftið so gott, sum tað kann gerast hesa ársins tíð. Og tað setti eisini sín dám á kappingina, tí væl av fólki leitaði sær út á Ellerkærskolen [...] um. Samskipaðu tiltøk Hesa síðstu tíðina hevur verið tosað um at samskipa tey ymisku fótbóltstiltøkini fyri føroyingar í Danmark betri. Talan hevur verið um at seta ein arbeiðsbólk, sum skal verða mannaður [...] tiltøkini uttan iva verða betri vijtað, bæði av luttakarum og áskoðarum. Tað er ikki heilt greitt enn, hvar FM-Cup verður næstu ferð, men tað ljóðar, at menn úr Odense hava sýnt áhuga.
Tí sjálvt um nakað var liðið út á árið, var veðrið hetta vikuskiftið so gott, sum tað kann gerast hesa ársins tíð. Og tað setti eisini sín dám á kappingina, tí væl av fólki leitaði sær út á Ellerkærskolen [...] um. Samskipaðu tiltøk Hesa síðstu tíðina hevur verið tosað um at samskipa tey ymisku fótbóltstiltøkini fyri føroyingar í Danmark betri. Talan hevur verið um at seta ein arbeiðsbólk, sum skal verða mannaður [...] tiltøkini uttan iva verða betri vijtað, bæði av luttakarum og áskoðarum. Tað er ikki heilt greitt enn, hvar FM-Cup verður næstu ferð, men tað ljóðar, at menn úr Odense hava sýnt áhuga.
Helst hava VKF¹arnir verið eitt sindur lúgvaðir av tí fyrsta dystinum, tá teir tørnaðu út ímóti Horsens. Í øllum førðm vóru teir fyri stórum ósigri. Sigurin hjá Horsens kundi verið størri, men Dávur Juul [...] garnar. Spælið í hesum dystinum var rættiliga gott il tíðir, men tað manglaði eitt sindur í álopsspælinum, tí liðið fekk ikki mál. Tað dugdi Esbjerg betur og vann 5-0. Århus II-Århus I 1-2 Lokaluppgerðin [...] gjørdist størri. Esbjerg-Århus I 4-0 Seriu-4 liðið úr Esbjerg (B94) tók Århus I rættiliga á bóli. Tað var ikki liðin nógv tíð, áðrenn støðan var 2-0 til Esbjerg. Hetta var eisini støðan í hálvleikinum
nógv sovjetisk skip at arbeiða ini á føroyskum havøki. Tað kundi jú, sum tað óivað eisini hevur verið gjørt, tvinnast saman við njósning, men alt tað royndu vit at skrædla burturav og gjørdu russum greitt [...] eisini við Felagsmarknaðin. Atli Dam heldur tað vera ilt at siga, hvussu verður við samvinnuni framyvir. Eftirlit er neyðugt - Tað tykist liggja í kortunum, at tað demokratiska Russland hevur samvinnu fyri [...] men ein viðurkenning fyri eina avgerð, sum eg var við til at taka, so eg helt tað vera rætt at taka ímóti medaljuni. Tað eru 20 ár síðan, Føroyar tók upp fiskivinnusamstarv við Sovjetsamveldið. Hetta
friðað sum bygningur, og tað sama er roykstovan, men Múrurin hevur ongantíð verið friðaður sum bygningur, júst tí hann altíð hevur verið roknaður fyri eitt jarðfast fornminni. Tað er ikki tilvildarligt, [...] bendir á, at okkurt fyrigongur aðrastaðni, enn har tað átti. Tí er tað kanska eisini lætt at skilja, hví vit einki frætta, sigur Arne og Símun. Teir hildu tað eisini vera løgið, tá landsstýrismaðurin seinasta [...] í Grund, landsstýrismaður hevur verið alment frammi og sett spurnartekin við, um Kirkjubømúruriin nú er eitt jarðfast fornminni ella ein bygningur. Í teirra verð er tað so sjálvsagt, at Múrurin er eitt
tí sjónarmiðnum. - Tað nýtist ikki vera endaliga orðið í málinum, tí ein umsitingarlig avgerð er ongantíð endalig. Tað ber altíð til at fara í rættin at royna málið, og tað kundi verið áhugavert, sigur Bjørn [...] hansara øki, og tí heldur festarin seg hava viðlíkahaldsskyldu. Hann kallar tað eina totala misskiljing, tá skrivað hevur verið, at Sámal Petur í Grund ivast í, um Múrurin er eitt fornminni. - Sjálvandi [...] bygningur, veit Bjørn ikki. - Ein toft er ein rapað húsagrund, leivdir av húsum ella bygningi. Tað er tað, sum ikki hýkur uppi og næstan er javnt við jørðina. Múrurin kann aldrin roknast fyri at vera ein
Tað hendir tíverri av og á, at vit hoyra í tíðindunum, at maður hevur latið lív á sjónum. Hóast tað var um reppið, at hesi tíðindi aftur spurdist seinasta hósdag, so var Regin Hammer heppin. Hann varð [...] sum hin maðurin var í, fór frá. Av tí at tað var so tung alda, var torført at stýra. Skuldi hann roynt at hjálpt mær, vóru vit riknir ov lagt frá skipinum, og tað hevði bert gjørt støðuna enn verri, sigur [...] vitið hesa løtuna, men eg setti mær fyri, at eg skuldi klára tað, og bardist fyri at yvirliva. - Eg royndi eisini at sleppa upp í gummibátin, men tað miseydnaðist. - Tá eg kom umborð ringdi eg til skiparan
Hesaferð var talan um eitt fall upp á 7%, og verður ávirkanin tískil tað minni, vísir hann á. ? Tað hevur leingi verið væntandi, at tað skuldi koma eitt prísfall upp á partabrøv í USA. Men tá marknaðurin [...] lánsbrøvini. Men tað sær ikki út til at henda. Men var hendan støðan varandi, so kundi tað merkt, at væntaða rentuhækkingin ikki kom so skjótt, sum væntað. Fyri onkran hevði hetta verið ein fyrimunur, men [...] men samanlagt er tað helst størsti fyrimunurinin, at búskapirnir eru væl fyri. Í 1987 merktu vit tað ikki so nógv, men tað førdi til rentuhækking í USA. ? Fylgjurnar í 1987 vóru ikki so stórar, og einki