Javnaðarmenn taka ikki ímóti ordanum, so tá Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður, fekk boðini, at russiski sendiharrin í Danmark kom til Føroya at heiðra hann og onnur fyri leiklut teirra í samstarvinum millum Føroyar og Russland, vildi Atli hava trygd fyri, at medaljan ikki var ein ordan. Ordanir verða ofta givnir fólki, sum t.d. hava røkt eitt starv í mong ár.
- Henda medaljan var heldur ikki nakar ordan, men ein viðurkenning fyri eina avgerð, sum eg var við til at taka, so eg helt tað vera rætt at taka ímóti medaljuni.
Tað eru 20 ár síðan, Føroyar tók upp fiskivinnusamstarv við Sovjetsamveldið. Hetta var nakað eilt nýtt, og Føroyar vóru fyrsta land í vesturheiminum, sum fóru at royna hetta samstarv.
Vildu ikki vita
av njósning
- Tað var ikki nøkur løtt politisk avgerð at taka upp hetta fiskivinnusamstarvi. Politiskt var tað ikki uttan trupulleikar, tí mótstøðan ímóti samvinnu við kommunistalond var ógvuliga stór og í og fyri seg væl skiljandi. Teir, sum varaðu av føroyskum verjupolitikki vóru eisini ivasamir við at fáa so nógv sovjetisk skip at arbeiða ini á føroyskum havøki. Tað kundi jú, sum tað óivað eisini hevur verið gjørt, tvinnast saman við njósning, men alt tað royndu vit at skrædla burturav og gjørdu russum greitt, at politiskar ætlanir skuldu ikki inn í samvinnuna, sum burturav skuldi vera eitt búskaparligt samstarv fyri at menna fiskivinnuna hjá báðum tjóðum. Alt hitt viðkom ikki okkum føroyingum, og tað vildu vit einki hava við at gera.
Nýggj havrættarskipan
Í 1976 høvdu vit skorað á donsku stjórnina m at syrgja fyri, at vit ikki gjørdust eftirbátur í fiskimarksútflytingum.
Men vit kundu ikki taka allan flotan heim, og heldur kki bar til eftir einum degi at beina skip burtur frá teirra vanligu fiskileiðum. Føroyingar fiskaðu í Barentshavinum, men ikki bar til at halda fram við ongum avtalum hvørki við Sovjet ella Noreg.So hetta trýsti á fyri at útvega avtalur.
Royndist væl
- Tað at vit sum fyrsta landið í vesturheiminum fóru undir hetta samstarvið kom at roynast okkum rættiliga væl, serliga tey fyrstu árini. Sjálvur haldi eg, at í samvinnuni lógu stórir møguleikar fyri at menna samstarvið, bæði við øktum samstarvi og øktari fiskiveiði, eitt nú við sonevndum joint ventures skipanum. Men tann parturin av samvinnuni sveik kanska eitt sindur. Tað er eins og føroyska fiskivinnan meira hevur hugsað um og er farin eftir løtuvinninginum. Líkt er til, at aðrir í dag, eitt nú íslendingar o grønlendingar, kunnu fara vi einum parti av teimum møguleikum, sum lógu í samvinnuni, vit byrjaðu.
Wurmbrand
- Sum sagt var tað politiskt vágaverk í teimum árunum at taka upp hesa samvinnu. Nógv varð mint á sonevnd kristilig virðir, og menn gingu og hóreiggjaðu sær um hesa samvinnu við heiðinskapin. Mótmælini komu beinanvegin frá ávísum føroyingum, og fleiri okkara munnu minnast ein, sum nevndist Wurmbrand, ið reikaði um alt landið og tosaði um sovjetisku fangarnar, sum vit vóru við til at halda undir jørð. Sjálvsagt høvdu vit einki við teir at gera.
Atli Dam heldur, at hesi 20 árini, síðan fyrsti sáttmálin varð gjørdur, hava báðir partar fingið rættiliga væl burturúr. Hann nevnir m.a. svartkjaftin, sum annars lítið varð gjørt við, ið nú kom til størri gagns, við tað at russar høvdu stóran áhuga fyri honum, og vit kundu fáa tosk afturfyri uttan annars at missa nakað.
Skiltu ikki týdningin
- Tað tók drúgva tíð at fáa allar føroyingar at venja seg við hesa samvinnu. Eg minnist, at so seint sum mitt í 80-árunum, tá Kristiligi Fólkaflokkurin sat í landsstýrinum árini 1985 til 1989, tá høvdu vit trupulleikar við at víðka loyvið hjá russum at koma í føroyskar havnir at umskipa o.s.fr.. Tað skuldi nokkso nógv til, áðrenn øll vóru sannførd um, hvussu virðismiki hetta búskaparliga samstarvið var.
Atli Dam sigur, at tað ongantíð vóru trupulleikar við at fáa vinnulívsfólkini at taka undir við samstarvinum. Tvørturímóti luttók vinnan altíð í samráðingunum.
Vinnan fataði
- Eg hugsi, at umboð fyri vinnuna til einhvørja tíð kunu vátta, at tað frá føroyskari síðu varð gjørt nógv yri at strika undir, at her vóru ongar ætlanir, sum kundu binda Føroyar politiskt inn í framtíðina. Tað vísti seg eisini, at seinni fingu onnur lond áhuga fyri samvinnu við russar, og Sovjet fekk fleiri og fleiri fiskivinnuavtalur við onnur lond, til seinast eisini við Felagsmarknaðin.
Atli Dam heldur tað vera ilt at siga, hvussu verður við samvinnuni framyvir.
Eftirlit er neyðugt
- Tað tykist liggja í kortunum, at tað demokratiska Russland hevur samvinnu fyri neyðini, eutt nú um at menna nýggja tøknfrøði, nýggj virki og nýggj skip. Tungt er hjá teimum einsamøllum at gera hetta, og tað má tí í stóran mun gerast í samvinnu við vesturlendsk feløg. Har eru vit ikki so væl fyri beint nú. Mín hugsan er tó, at tað framvegis eru møguleikar, men teir mugu umsitast á slíkan hátt, at tað verður undir strongum eftirliti frá stýrunum í báðum londum, bæði av okkara landsstýri og russisku stjórnini. Tað ber ikki til, at tilvildarligir privatpersónar sleppa at samvinna við meira ella minni ivasamar bólkar í Russlandi. Vit vita jú, at tað er ein ávís russisk mafia, sum býður seg fram, og á føroysku hálvuni eru eisini mangir, sum eru til reiðar at fara eftir løtuvinninginum heldur enn at menna eitt langtíðar varandi samstarv undir eftirliti av tí almenna. Spennandi verður at síggja, um tað fer at eydnast, ella um aðrir fara avstað við vinninginum, sigur Atli P. Dam.









