Århus vann FM-Cup 1997

Fótbóltur: Fimm lið vóru við í FM-Cup 1997. Kappingin varð hildin í Århus

Leygardagin 27. september ­ í at kalla suðurlendskum veðurlíkindum, frároknað nøkur hitastig ­ dystaðust lið úr Jútlandi um FM-heitið.

Liðini komu úr Esbjerg, Horsens, VKF (Vejle, Kolding, Fredericia) og Århus. Tvey luttóku úr Århus, tað eina liðið var seriu-6 liðið hjá SF Hekla og hitt liðið var samansett av fleiri royndum spælarum, tó at teir flestu ikki dagligt spæla seriufótbólt.

Meðan fyrireikingarnar til kappingina vóru í hæddini, varð roknað við luttøku av eini 8-9 liðum. Men tá ið avtornaði blivu tað til fimm lið. Ålborg fekk forfall vegna ein týdningarmiklan niðurflytingardyst, ið skuldi spælast dagin eftir.

Odense fekk trupulleikar av, at helvtin av spælarunum eru íslendingar, og teir vóru staddir í Malmø, har teir luttóku í kapping fyri íslendsk lið í norðurlondum. Føroyingarnir í Odense hava í ár havt trupulleikar við at manna lið, og hava tískil lagt saman við íslendingunum.

Ætlanin var, at Esbjerg skuldi luttaka við tveimum liðum, men hetta barst teimum frá. Tosað varð eisini við fótbóltsfólk úr Keypmannahavn, men hesi søgdu seg fáa ov stutt skotbráð.


Hugnalig løta í góðveðrinum

At ikki øll liðini komu, sum roknað varð við, nervaði tó ikki sjálva kappingina. Tí sjálvt um nakað var liðið út á árið, var veðrið hetta vikuskiftið so gott, sum tað kann gerast hesa ársins tíð.

Og tað setti eisini sín dám á kappingina, tí væl av fólki leitaði sær út á Ellerkærskolen ígjøgnum dagin og hugnaðu sær har við smyrjibreyði og drekka, føroyskum tónleiki og síðst, men ikki minst, við nógvum og góðum undirhaldandi fótbólti.

Kappingin byrjaði um hálvgum ellivu tíðina og endaði ikki fyrr enn um hálvgum átta tíðinga, tá tað eisini var byrjað at blíva hálvmyrkt og meiri kølið.


Heiðursmerki og steyp

Føroyingafelagið helt sama kvøld veitslu fyri teimum fólkum, sum nýliga eru flutt til býin, og har høvdu eisini eini 40 av uttanbýggjafólkunum leitað sær.

Steyp og heiðursmerki vórðu handað vinnandi liðunum og fyri 1. plássið fingu spælararnir úr Århus I heiðursmerki og T-shirt. Liðið fekk steyp til ognar og ferðasteyp.

Spælararnir hjá Esbjerg fingu fyri 2. plássið t-shirt og ognarsteup. Århus II gjørdist nummar 3, og fekk steyp fyri hetta.

Topskjútti í kappingini gjørdist Árni Jacobsen úr Horsens. Við honum vóru tað tríggir aðrir spælarar, ið høvdu skorað trý mál hvør, og teir vóru Arni Vatnhamar úr Horsens, Ole B. Nygaard úr Esbjerg og Signar Simonsen úr Århus I. Tískil mátti lutakast til og her dróg Árni longsta stráið. Fyri hetta fekk hann prýislut.

Fótbóltssamband Føroya var gevari av heiðursmerkjum og ognarsteypum. Atlantic Airways gav T-shirts. Aðrir stuðlar vóru Amerada Hess, Storno, Vónin, Hoffmann & Sønner og Smyril Line/Færø Rejser. Flogferðsludeildin hjá Smyril Line er gevari av ferðasteypunum.


Samskipaðu tiltøk

Hesa síðstu tíðina hevur verið tosað um at samskipa tey ymisku fótbóltstiltøkini fyri føroyingar í Danmark betri. Talan hevur verið um at seta ein arbeiðsbólk, sum skal verða mannaður við einum umboði úr hvørjum býi. Ein slík skipa skuldi forða fyri, at tiltøk, tað veri seg uttan ella innandurafótbóltur ella okkurt annað við tilknýti til fótbólti, ikki koma at liggja í vegin fyri hvørjum øðrum.

Ein annarr fyrimunur við eini slíkari skipan er, at tiltøkini uttan iva verða betri vijtað, bæði av luttakarum og áskoðarum.

Tað er ikki heilt greitt enn, hvar FM-Cup verður næstu ferð, men tað ljóðar, at menn úr Odense hava sýnt áhuga.