Luux í Havn. Tað serliga við hesum konsertunum eru, at tær eru í bølamyrkri og har skulu so sangarar minnast alt, tey, skulu syngja. Men serliga verður hetta ein avbjóðing hjá dirigentinum, Bernharði Wilkinson [...] hátíðarskránni hjá sjóndepilin, nú stovnurin fyllir 25. - Vit hava skilt, at tiltøk í myrkri eru eitt sterk upplivilsi hjá fólki og aftan á konsertirna, verður ein drekkamunnur, har fólk fáa høvi at práta saman [...] er samstundis eisini eitt loyndarmál. - Tá ið blind fara á konsert, vita tey ikki, hvat er á skrá og nú, vit hava myrkrið at fjala okkum aftanfyri, fara vit at nýta høvi til at taka áhoyrararnar á bóli,
aftur í heyst, har viðtøkurnar skulu samtykkjast. Í hesum sambandi skal eisini ásetast nágreiniliga, hvørjar bólkar í samfelagnum, felagið skal røkja áhugamálini hjá. Eitt nú varð víst á, at vit hava eitt [...] Nú hava óhjálpin, sum hava brúk fyri heimarøkt, ella sum eru á bústovnum, fingið eitt felag at hjálpa sær. Tað hendi á fundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, tá ið felagið, sum skal røkja áhugamálini hjá [...] sum tað. Tí varð uppskot frammi á fundininum í gjárkvøldið um, at felagið skuldi miðsavna seg um fólk, sum høvdu røkt fyri neyðini, tí tað var harðliga tiltrongt, at tey fingu eina rødd mótvegis mynd
Johannesen, løgmaður sigur, at tí er neyðugt at umhugsa sera gjølla, hvørji tøk skulu takast, og ikki minst nær ymisku tøkini skulu fremjast. Tí nøkur tøk eru sum tvíeggjað svør. - Eru tey ov tálmandi, er vandi [...] at kjakast verður um støðuna, og at fólk siga sína hugsan um, hvat gerast kann. Men at brúka tingsins røðarapall og fjølmiðlar til at samanbera støðuna við eitt nú Titanic vanlukkuna er ikki serliga á [...] Løgmaður talar nú at. Honum dámar ikki krepputosið hjá grátumonnum og dómadagsprofetum. - Nøkur hava tikið patent upp á trupulleikarnar. Tey vita nógv betur enn øll hini, hvussu leingi hendan búskaparkreppan
neyðugt at trý stig fáast úr sovornum uppgávum á útivølli. Nú fáa næstbestu klaksvíkingarnir høvi at venja, og fótbóltsliga eru tað teir, sum skulu mynda 90 ára føðingardagin har norðuri, tá EB/Streymur komandi [...] ystir ímóti tí liðnum, sum endar næstniðast í 1. deild, at tryggja sær uppflyting í 1. deild. Og skulu vit døma út frá fyrsta avrikinum eftir summarsteðgin, so skal møguleikin ikki avskrivast, at LÍF í [...] við Jonhardi Høgnesen, sum higartil hevur verið í álopinum, á vongverjanum. Klaksvíkingar høvdu gott fólk: Meinhard Joensen var í málinum, og frammanfyri seg hevði hann millum aðrar Niclas Niclasen í verjuni
i. Tað, sum farið verður í holt við nú, er kanna málið, m.a. at vita, hvørjir fíggingarmøguleikar eru. Somuleiðis skulu loyvi fáast til vega og stykkið og hús skulu góðkennast. Liftu í læknahúsið Býráðið [...] Nú verður farið undir at gera eldra-sambyli í Vági. Á Býráðsfundi í seinastu viku samtykti Býráðið at fara undir tað fyrireikandi arbeiði. Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, sigur , at gøngur tað sum [...] longu komandi ár. Býráðsformaðurin sigur, at ætlanin er í fyrstu syftu at gera eitt sambýli til 10 fólk. Kommunan hevur sett av eitt stórt stykki úti í Marknoyri til endamálið. Stykkið er so mikið stórt
og Sandoyar Sýslu valdømi og Suðuroyar valdømi fer sjálvandi at skapa kjak og fólk eru ivaleyst ymisk á máli, um hetta nú er ta rætta, heldur Jógvan við Keldu. Landsstýrismaðurin vísir á, at í Sundalagnum [...] Eg eri sera fegin um, at vit nú fáa eitt kjak um vallógina, sigur Jógvan við Keldu, innlendismálaráðharri, sum varðar av vallógini. Hóast landsstýrismaður ikki vil veita uppskotinum sín fulla stuðul, so [...] tingumboðum í mun til fólkatalið eigur at verða rættvísari. Men hann heldur als ikki, at Føroyar skulu gerast eitt valdømi. Eg havi ongantíð verið fortalari fyri einum valdømi, tí eg haldi ikki, at tað
verið leiðari í ísraelsku fregnartænastuni, og hann stúrir fyri, hvat kann henda, nú tey jødisku niðursetufólkini skulu flytast úr Gaza-geiranum. Carmi Gillon sigur, at tað eru ikki tey nógvu túsund mó [...] palestinum í Hebron. Carmi Gillon sigur, at tað eru tær somu kreftirnar, sum gera vart við seg, nú niðursetufólkini skulu flytast úr Gazageiranum, og hann stúrir fyri, hvat kann henda. - Hjá teimum er tað ikki [...] teirra, og eg haldi, at vit áttu at sett tey í varðhald, júst sum vit gera við yvirgangsmenn ella fólk, sum kunnu finna upp á at fremja yvirgang. Í mínum eygum er eingin munur á teimum og islamskum yv
lumma), sum eru tapararnir sum støðan er nú. Príspolitikkurin hjá Atlantic er eisini alt annað enn rættvísur. Hvør er komin við tí tápuliga hugskotinum, at tvey fólk skulu noyðast at ferðast saman fyri at fáa [...] (apex) ferðaseðil til Keypmannahavnar skal kosta umleið 3.400 krónur í 2005. Felagið hevur skund, nú skulu ferðafólkini fíggja stórar verkætlanir, og kappingarneytar haldast langt vekk. Prísirnir eru farnir
við sær, at nú er lítið vatn eftir í vatnbrunnunum nógvastaðni, skrivar Reuter úr Lisboa. Enn hava myndugleikarnir ikki gjørt av, um teir skulu seta mark fyri, hvussu nógv vatn fólk skulu brúka, men sagt [...] Síðani hann fór úr forsetaembætinum, hevur Bill Clinton verið virkin í ymsum vælgerðararbeiði. Eitt nú hevur hann lagt nógva orku í bardagan ímóti fátækradømi kring heimin, og hann hevur savnað væl av peningi
Fyribyrging Nú fáa øll børn í Suðuroynni endurskin. Tað eru barnaverndirnar í Suðuroy, sum í felag hava tikið stig til at útvega øllum børnum í Suðuroynni endurskin. Í Suðuroynni eru sjey kommunur og sostatt [...] sostatt eisini sjey barnaverndir og tær hava nú gjørt eitt serligt endurskin, sum børnini fingu, tá ið tey komu í skúla í gjár. Tey, sum eiga yngri systkin, fáa eisini endurskin heim við til tey, eins [...] her eri eg og mín Birdie?. Fyritøkan hjá Hera Hjelm í Vági hevur latið tiltakinum dyggan stuðul. Skulu vera virknar Annars hevur spurningurin um ferðslutrygd vanliga verið eitt mál, sum tey flestu halda