Fólk sum arbeiða í Føroyum verða snýtt

Tað er næstan ómøguligt at fáa nakað at vita, men tað verður kannað, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum

Vit eru næstan liðug, men longu nú kann eg avdúka so mikið, at í mangar mátar hevur føroyski arbeiðsmarknaðurin somu trupuleikar at dragast við, sum eru kendir aðrastaðni.

Tað segði Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, í røðu síni, hann helt á 1. mai dagshaldinum á Vaglinum nú seinnapartin.

Og teir trupulleikarnar, hann sipar til, er, at fólk fáa ikki tað løn, tey eiga eftir sáttmálunum, og tey fá a hvørki tað frítíðarløn og eftirløn, tey eiga. Og tey hava vánaligar arbeiðsumstøður.

Í hesum sambandi hoyra tey um arbeiðsgevarar, sum ráða fólk frá at fara í fakfelag og um útlendsk arbeiðsfólk, sum arbeiða undir óvirðiligum korum.

– Summar søgur eru váttaðar, aðrar eru bara søgur, sigur Súni Selfoss.

Hann sigur, at tískil hava fakfeløgini sett fólk, at kannað hvussu støðan er

– Kanningin er komin undir land, og longu nú kann eg avdúka so mikið, at føroyski arbeiðsmarknaðurin í mangar mátar hevur somu trupuleikar, at dragast við, sum eru kendir aðrastaðni.

Súni Selfoss sogur, at í fjør fingu 583 útlendingar arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum og tað er meira enn tvær ferðir so nógv sum fyri fimm árum síðani.

Hann sigur, at í stóran mun er talan er um arbeiðsmegi til byggivinnuna. Til dømis er talið á rumenskum arbeiðsfólki í Føroyum meira enn tíggjufaldað frá 2014, tá ið teir vóru 19 í tali, til í fjør, tá ið teir vóru 192 í tali.

– Eftir lógini skulu teir hava løn eftir galdandi sáttmálum, men tað er næstan ómøguligt at fáa innlit í, men hettar verður kannað í løtuni, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.

Í hesum sambandi verður eisini kannað um tey hava rímilig kor og hava tey atgongd til vanligar hentleikar, sum hita og internet.

– Ferðavinnan er í stórum vøksti, og tosað verður um fleiri hundrað nýggj arbeiðspláss hesi næstu árini.

– Tí mugu vit tryggja okkum, at starvsfólk í tænastuvinnuni hava ordiligar sømdir, men tað hava tey tíanverri ikki allastaðni, sigur hann.

– Vit uppliva, at starvsfólk í hesari vinnuni verða undirlønt, verða snýtt fyri bæði eftirløn og frítíðarløn og hava vánaligar arbeiðsumstøður.

– Í hesum sambandi skulu feløgini eisini spyrja seg sjálvi, um tey gera nokk fyri at fáa arbeiðsmegina skipaða.