Bindikonur skulu somu sømdir sum listafólk

Í stóran mun er heimavirki av ymsum slagi eisini list. Tí heldur Fólkaflokkurin, at tey, sum fáast við slíkt, skulu eisini fáa somu sømdir sum listafólk

– At fáast við heimavirki av ymsum slagi er aldargamalt í Føroyum og sostatt er tað ein týðandi partur av okkara mentan.

 

Tað staðfesta tey í Fólkaflokkinum. Tey halda eisini, at í stóran mun er heimavirkið eisini list. Tí hevur Fólkaflokkurin nú, lagt uppskot fyri Løgtingið um, at tey, sum fáast við heimavirki, skulu sleppa undan mvg, akkurát sum rithøvundar, tónleikarar og onnur listafólk.

 

Hetta er triðju ferð, Fólkaflokkurin leggur uppskotið fram. Hinar báðu ferðirnar, tað hevur verið til viðgerar, hevur undirtøka verið fyri tí, men hóast landsstýrið skuldi taka stig á økinum, hendir einki og tí roynir flokkurin nú fyri triðju ferð at fáa okkurt at henda á hesum øki.

 

Men umframt at sleppa undan mvg, skjýtur Fólkaflokkurin eisini upp, at fólk skulu rinda 15 prosent í skatti av inntøkuni, tey hava av at virka ymsar vørur heima. Men tað er bara inntøkan yvir 50.000 krónur, sum skal skattast, tí tað, sum er undir 50.000 krónur, skal vera skattafrítt.

 

Men tey, sum vilja, kunnu lata hetta slagið av inntøku verða skatta akuurát sum vanliga inntøku

 

Jørgen Niclasen, sum hevur lagt uppskotið fram fyri Fólkaflokkin, sigur, at endamálið er at taka nakrar forðingar fyri føroyskum heimavirkisvirksemi, burtur

 

Hann sigur frá TAKS, at sera lítið verður uppgivið av inntøku frá heimavirki.

 

Tá ið talan er um heimavirki, er í flestu førum ikki talan um vinnu, men um ítriv við sera lítlari tímaløn. Somuleiðis skal eisini rindast fyri tilfarið og hetta eru helst orsøkin til, at so lítið kemur til skattingar frá heimavirki, heldur Jørgen Niclasen.

 

– Heimavirki hevur røtur í aldargamlari siðvenju her á landi, og er soleiðis ein týðandi partur av okkara mentan, og í stóran mun er eisini talan um list. Størsti parturin av heimavirki verður útintur av kvinnum, ið virka pløgg úr ull, men eisini er talan um at virka lutir burturúr træi, hornum, gróti o.ø.

 

Fólk, ið fáast við heimavirki, eru ørkymlað av skatti og mvg. Tað fær tey at aftra seg og tí eigur lógin at verða broytt so at tey kunnu fáast við heimavirki uttan alla tíðina at hava ampa av skattaviðurskiftum og mvg, heldur Fólkaflokkurin.