Eitt sterkt upplivilsi í myrki

Í annaðkvøld, hóskvøldið, fer Kamarkórið at hava tvær konsertir í Luux í Havn.

Tað serliga við hesum konsertunum eru, at tær eru í bølamyrkri og har skulu so sangarar minnast alt, tey, skulu syngja.

Men serliga verður hetta ein avbjóðing hjá dirigentinum, Bernharði Wilkinson, tí hvussu dirigerar hann sangarum, hann ikki sær, og hvussu kunnu sangarar, sum einki síggja, fylgja dirigenturin?

Bernharður Wilkinson sigur, at loynidómurin liggur í andadráttinum.

- Kynstrið er at sangararnir lurta alspentir eftir, hvussu eg dragi andan og tað fortelur so sangarunum, hvussu eg vil hava teir at syngja, sigur hann.

Hetta er ein konsert, Kamarkórið skipar fyri í samstarvi vi sjóndepilin. Fyrra konsertin í annaðkvøld verður klokkan 19 og tann seinna klokkan 21.

Hugskotið til hetta fingu tey undir eini venjing, tá ið kórleiðarin sløkti ljósið at vita, hvussu væl tey dugdu ein sats tey vóru farin í gongd við.

- Tað vísti seg, at hann sat nógv betur enn vit sjálvi hildu, og vit høvdu tað sera stuttligt samstundis, sigur Elin Michelsen í Kamarkórinum.

- Eisini vísti tað seg, at vit fingu nógvar fyrimunir av at syngja í myrkri. Vit lurtaðu til dømis nógv betur eftir hvørjum øðrum, og fingu eitt sindur meira tamarhald við ljóðstyrkini í sangunum, tí alt ljóðar nógv harðari, tá ljósið er sløkt, leggur hon afturat.

Sostatt er Kamarkórið við í hátíðarskránni hjá sjóndepilin, nú stovnurin fyllir 25.

- Vit hava skilt, at tiltøk í myrkri eru eitt sterk upplivilsi hjá fólki og aftan á konsertirna, verður ein drekkamunnur, har fólk fáa høvi at práta saman um, hvussu tey upplivdu hesar konsertirnar í myrkri.

Elin Michelsen sigur, at skráin er fjølbroytt, men hon er samstundis eisini eitt loyndarmál.

- Tá ið blind fara á konsert, vita tey ikki, hvat er á skrá og nú, vit hava myrkrið at fjala okkum aftanfyri, fara vit at nýta høvi til at taka áhoyrararnar á bóli, sigur Elin Michelsen.

Sostatt verðru skráin eitt sindur øðrvísi enn tað, áhoyrarar vanliga vænta sær av einari kórkonsert.

Atgongumerki er at fáa í Kunningarstovuni og á Blindacafé hjá Sjóndeplinum í Luux seinnapartin í dag og í morgin.