Nýggja ABDH-samgongan er við at koma undir land. Flokkarnir hava undirskrivað samgonguskjalið, politikkurin er lagdur, og semja er um málsøkjabýtið í landsstýrinum. Eisini er semja um, hvussu mest týðandi sessirnir í løgtinginum skulu býtast.
Enn er samgonguskjalið ikki blivið alment, men ymiskt er likið út frá samráðingunum, Edmund Joensen hevur avdúkað okkurt í røðu á Fólkatingi í gjár, og Dimmalætting hevur skrivað burtur úr einum ávegis samgonguskjali. Enn veit eingin við vissu, hvat neyvt stendur í endaliga samgonguskjalinum, men sambært ábendingunum verða onkur av sentralu vallyftunum gjøgnumførd, meðan onnur verða slept.
Í valstríðnum førdi løgmaður millum annað fram – og onnur tóku undir við honum – at talið á aðalráðum átti at verið skert munandi. Helst niður í 6, sum løgmaður skjeyt upp. Men tað verður eingin verulig minking í talinum á aðalráðum, tí 8 aðalráð verða í nýggja landsstýrinum, og bert longu forfjónaða uttanríkisráðið verður niðurlagt sum sjálvstøðugt aðalráð. Hetta er kostnaðurin fyri, at smáu flokkarnir báðir skulu hava landsstýrisfólk, samstundis sum stóru flokkarnir vilja hava stóra ávirkan í landsstýrinum.
Eitt av stóru vallyftunum var ein flatskattaskipan við skattalætta, sum Fólkaflokkurin legði fram – og kanska vann valið uppá. Hendan skipan skal nú eftir øllum setast í verk. Hon fer at hava við sær stórar skattalættar til fólk, og tað merkir samstundis, at landskassin fær munandi minni inntøkur – eisini hóast økt virksemi gevur eitt sindur meira í kassan.
Enn er ikki komið fram, hvar tað almenna skal spara fyri at fáa javnvág í raksturin í 2016. Tað verða vit helst klókari upp á, tá ið vit síggja endaliga samgonguskjalið. Tað hevur verið upp á tal at skatta pensónirar nú heldur enn seinni fyri at fáa fleiri inntøkur, og tað tykist í øllum førum vist, at landsstýrið ætlar sær til Danmark eftir meira pengum – helst upp ímóti 200 milliónum afturat um árið í blokkstuðli.
Harvið fara føroyingar til Danmarkar, sum lutvíst hevur tvífalt so stórt hall sum føroyingar í almenna rakstrinum, at biðja um meiri pengar, so at tað ber til at geva ein skattalætta í Føroyum – ikki minst til tey, sum eru væl fyri.
Niðurstøðan av løgtingsvalinum var, at fólkið vildi hava borgarligan sambandspolitikk – og tað er líkt, at fólkið eisini fær við nýggju samgonguni.