Jógvan Arge »snýtti« meirilutan í býráðnum

Nú verða tveir hitapottar, sum meirilutin í býráðnum ætlaði at strika, kortini settir upp uttan fyri svimjihøllina í Gundadali

 

Tað varð helst ein strika í rokningini hjá meirilutanum í býráðnum í Havn, at Marin Katrina Frýdal ikki fekk møtt á býráðsfundinum í kvøld, og at Jógvan Arge hevði sæti í býráðnum fyri hana. Men nú er eisini greitt, at tveir hitapottar skulu setast upp uttan fyri Svimjihøllina í Gundadali.

 

Tað hevur leingi verið arbeitt við eini ætlan um at seta tveir hitapottar upp uttan fyri svimjihøllina, men samgongan í býráðnum ætlaði at strika ætlanina fyribils, tí tað varð ov dýrt. Góðar 900.000 krónur vóru tøkar til endamálið, men Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá  býráðnum sigur, at tilsamans kosta teir báðir ætlaðu hitapottarnir 2,5 milliónir, ella kanska enntá tríggjar milliónir.

 

Og tað heldur meirilutin ikki, at tey hava ráð til beint nú og tí mæltu tey til at sleppa ætlanini um hitapottar í hesum umfari, men at taka hetta upp aftur seinni.

 

Tað vóru tey í andstøðuni í býráðnum hørm um, serliga Tróndur Sigurðsson, og sostatt legði hann uppskot fyri býráðið um at játta eina 1,5 milliónir afturat til tveir hitapottar, soleiðis at tað tilsamans eru stívliga 2,4 milliónir tøkar til endamálið. Pengarnir skulu takast av kontuni har pengarnir eru settir, sum kommunan hevur selt bygningar fyri, so har er tøkur peningur til endamálið.

 

Tað er ikki nokk at hava eitt gosbað í Havn til 21.000 fólk, og her hava vit møguleikan at taka eitt rættiligt tak fyri trivnaðin hjá borgarunum í Havn, legði Tróndur Sigurðsson afturat.

 

Ongin í andstøðuni trúði nevniliga upp á, at tað kundi passa, at tveir hitapottar skuldu kosta yvir eina millión í part, so tey mettu, at 2,4 milliónir var nokk til tveir hitapottar. Og tey harmaðust eisini um, at ætlanin skuldi detta niður fyri, tí tveir hitapottar uttan fyri svimjihøllina hevði verið til stóran frama fyri trivnaðin í svimjihøllini.

 

Men tá ið atkvøðast skuldi um málið, tók Jógvan Arge øll á bóli og atkvøddi fyri, saman við teimum fimm umboðunum fyri Javnaðarflokkin og tí eina umboðnum fyri Sambandsflokkin, Sostatt var meiriluti fyri at seta hitapottarnar upp, tí sjey atkvøður vóru fyri og seks vóru ímóti.

 

Tróndur Sigurðson fegnast um, at býráðið samtykti at seta hitapottarnar upp og hann vónar, at býráðið ger skjótt av.