úr dystum. Alt í alt er er einki at ivast í, at hann hevur imponera flestu føroyingarnar í Lerwick eins nógv, sum føroyingar hava imponerað hann. Ein fantastisk ítrótt Vanliga spælir Paul í einum rock-orkestri [...] vóru sera sterkar í hálvfinaluni, og yvir høvur haldi eg, at øll hava havt »a great time« higartil. Eg havi havt tað fínt. Spælarar og áskoðarar úr Føroyum, Grønladi, Álandi. Ja, í veruleikanum hava vit [...] rock-orkestri her í Hetlandi, og tí sigur hann seg ikki hava nakrar trupulleikar við at heppa á áskoðararnar. - Eg spæli í einum slag av rock-orkestri. Og tað, sum eg eri kendur fyri, er at fáa fjøldina við
alment kjak um at seta lønarsteðg í verk afturfyri at fáa skattalætta. Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag á aðalfundinum í felagnum í gjár. Hon sigur, at tað hevur onki [...] vøkstur fekst í keypiorkuna, kundi møguleiki verið fyri, at lønarkrøvini til einar komandi samráðingar gjørdust minni. Hon vísir á, at ein kanning frá grannskoðaravirki vísir, at vit í Føroyum liggja á odda [...] sformenn, sigur hon. Ingeborg Vinther sigur eisini, at sum støðan í samfelagnum er í løtuni, har hundraðtals milliónir fara at vanta í komandi fíggjarlóg, heldur hon, at vit hava ikki ráð til nakran s
og tí heldur Jógvan Martin Olsen, at vit ikki eiga at rokna við einum stórtapi sum í fjør, tá Georgia vitjaði í Føroyum. – Nei, tað vóni eg ikki. Upp á onkran máta meti eg okkum vera betri fyri sum hópur [...] segði, at tað helst verður ein ella tvær broytingar á liðnum. Betri fyri nú Landsliðið vandi í ein góðan tíma í gjár, og alla tíðina tóktist lagið at vera gott og menn kempaðu og stríddust. – Teir vita at [...] tá vit fáa hann, og so skapa okkurt í hinum endanum. Tað haldi eg eisini, at tendensir vóru til leygardagin. Vit sóu tað eitt nú við innleggum, har tríggir mans eru í feltinum, tá bólturin kemur inn. Hesin
tungu. Tá ið Fótbóltssambandið í heyst gjørdi av, at Jógvan Martin Olsen skuldi hava ábyrgdina av landsliðnum, so var tað fyrsta ferðin, síðani Føroyar í 1988 gjørdust limir í altjóða fótbóltsfamiljuni, at [...] at landsliðsvenjarin er føddur og uppvaksin í Føroyum, og at hann sum føroyingur hevur royndir í føroyskum fótbólti bæði sum spælari og venjari. Hevur tú ítøkiligar ætlanir fyri, hvussu tú skalt røkka [...] sum vit hugsa og arbeiða fram ímóti. Og í tí er tað mín fatan, at vit eru betri fyri, enn vit kanska nakrantíð áður hava verið tað. Tað vísti eisini venjingarlegan í Florida, sigur Jógvan Martin Olsen. Hvussu
hevði ongin annar í bygdini. Longu sum smádrongur haldi eg, at Birgir í mangar mátar var øðrvísi en vit aðrir. Eg minnist at í tí eina stórkavanum sum var, gjørdu vit smádreingir ein bý úti í túninum hjá okkum [...] Norðís at arbeiða. Seinni flutti hann so út í Turkihúsið á Skála og stóð fyri uppbyggingini av Vaðhorn. Har ífrá byrjaði menningin av saltfiskavirkunum í Føroyum. Hann bygdi upp og menti Vaðhorn, sum so seinni [...] ið hann fór á tekniska skúla í Havn, at hann var biðin sum avloysari hjá onkrum lærara og har úti gjørdi hann eisini ein ambolt, sum var latin sum gáva frá tekniska skúla í Havn til handilsskúlan, sum tá
samdur Kári Hansen segði seg ikki vera samdan í øllum tí, sum Óli hevði ført fram. - Eg haldi, tað er stuttligt, at Óli er her í kvøld, sum nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya. Kári helt, at Fiskamarknaðurin [...] Fiskamarknaðurin er størsta hending innan sølu av fiski í Føroyum. - Men tað, sum er galið, er, at marknaðurin ikki í nóg stóran mun hevur tikið ábyrgdina av tí fiski, sum felagið selir. Reiðarin vísti á orðini [...] ofta roynt at finna ein syndabukk, og kanska verður Fiskamarknaðurin í dag gjørdur til syndbukk. Óli segði, at Fiskamarknaðurin, sum í fyrsta lagi privatar vinnufyritøkur eiga, kann sum so ikki ávirka sjálvar
Góðan morgun: ?Eg skilji væl at løgmaður klórar sær í nakkanum - nývaknaður. Í bestu tíð í Føroyum gevur Fíggjarlógin gevur eitt reelt undirskot í 2003.Yvirskotið á fíggjarlógini er ?kreativ bókføring [...] Løgmaður er nú vaknaður. Eftir at hava ligið í dvala í 5 ár. Ella skal nú aftur kannast og kannast, so at onki hendir? Ongan løgmann: Seinastu 5 árini hava vit ongan løgmann havt, stórt sæð. Varaløgmaður [...] Kallsberg nýtir nú hesar sessir til ?beskæftighedsterapi? at styðja undir sín sess í Tinganesi - og teir eru nú heilir 9 í tali, 2-3 ferðir fleiri enn enyðugt. Øll umsitingin hjá Høgna Hoydal eigur at verða
fólk á skipasmiðjuni í Týsklandi, har Norrøna verður smíðað, og teir láta væl at, sigur hann. Í løtuni er Norrøna í dokkini, har hon verður málað uttan. Skipið verður væl útgjørt og í stóran mun rikið av [...] . Men eisini aðrastaðni úti í heimi hava fólk víst nýggja skipinum áhuga, so alt í alt sær tað bara hugaligt úr, sigur Áki Jespersen. Útlendingarnir eru serliga áhugaðir í summarsiglingini, men Áki Jespersen [...] Summarsiglingin hjá nýggju Norrønu byrjar í Hanstholm tann 10. mei og endar aftur í Hanstholm tann 13. september. Gongur eftir ætlan Tíðin, til nýggja Norrøna skal í sigling, styttist skjótt. Eftir ætlan skal
nni og Hjørmund Magnussen sum skúlastjóra. Skúlin vaks So við og við fluttu vit í 3 ymisk hús: í KFUK, í Brekkugøtu og í KFUM. Tað gekk. Men so fingu vit skúlan á Trøðni. Tá var gleðin stór! Vit høvdu [...] Ditlev fáa hesa útbúgving ? at fara á læraraskúlan og fekk prógv. Eftir at hava verið lærari í fólkaskúlanum í nøkur ár, fór Ditlev til Danmarkar og fekk prógv sum lærari fyri deyv. Samstundis fekk Margit [...] Síðani vil eg takka tær fyri tað stórverk, tú gjørdi fyri, at brekað skuldu og kundu fáa undirvísing í Føroyum. Títt lívsverk var stórt. Takk fyri mangar góðar løtur og takk fyri fyrimyndarligt samstarv. ??
Bygdaráðsformaðurin í Vestmanna, Gunn Joensen, svaraði í hinum endanum, at »tað hoyrist væl«. Tað er ikki av tilvild, at fyrsta samrøðan hjá TeleF var millum Havnina og Vestmanna. Í 1905 var fyrsta tel [...] telefonsamrøðan millum bygdir í Føroyum, og tað var júst millum hesi bæði støðini. Tað var Ólavur av Heygum, sum tá dróg ein telefonkaðal úr Havnini til Vestmanna. Hetta var privat framtak, og Billy Hansen [...] aftur verður á privatum hondum. Lang bíðitíð Løgtingið samtykti á vári í 1997 eina fjarskiftislóg, sum skuldi loyva kapping á økinum, og í hesum sambandi varð Telefonverkið umskipað til partafelag. Ikki fyrr